Norðlýsið hevur nú endiliga fingið innlit í boðini sum Høgni Hoydal gav sínu egnu umsiting í samband við flyting av veiðuloyvum. Greitt er at landstýrismaðurin ynskti sjálvur at eftirkannað hvørja ferð ein flyting varð framd.
Norðlýsið hevur nú endiliga fingið innlit í boðini sum Høgni Hoydal gav sínu egnu umsiting í samband við flyting av veiðuloyvum. Greitt er at landstýrismaðurin ynskti sjálvur at eftirkannað hvørja ferð ein flyting varð framd.
Landstýrismaðurin hevur sagt alment í samband frágreiðing til Løgmann, at hann bað um at verða kunnaður um “trupuleikar” vóru við loyvinum og at hann ongantíð eftirfylgjandi varð kunnaður um trupuleikar í samband við flyting av veiðuloyvunum.
Hetta er ikki í tráð við skrivligu boðini, sum aðalstjórin í Fiskimálaráðnum sendi út til starvsfólk í ráðnum og boðini sum vóru givin VØRN. LES HER
Noktaðu innlit
Okkum var fyrst noktað innlit í teldupostin til starvsfólkini í Fiskimálaráðnum, men í morgun gevur løgdeildin í fiskimálaráðnum okkum viðhald í at telduposturin hevur týdning fyri at málið verður rætt lýst fyri almenninginum.
Avdúking
Í brævinum skrivar Aðalstjórin, at landstýrismaðurin bað um at verð kunnaður :
…...innan møguligar umsóknir um flyting av veiðuloyvi av einum skipi á eitt annað verða avgreidd….
Talan var sostatt ikki um tilvildarliga kunning, men ein kunning sum var partur av málsviðgerini.
Í brævinum grundgevur aðalstjórin í fiskimálaráðnum boðini frá landstýrismanninum, at landstýrismaðurin vil sjálvur tryggja sær at øll ivamál eru í lagið.
Ongastaðni í øllum samskiftinum Norðlýsið hevur fingið innlit í verður sagt nakað um, at landsstýrismaðurin vil gerast varðugur við um trupuleikar eru við flyting av veiðiloyvunum.
Landstýrismaðurin – persónliga – vil verða trygd fyri at flytingarnar vóru í lagið.
Í frágreiðingini til løgmann eftir at landstýrismaðurin sjálvur hevði kannað hvussu hansara egna ráðharrastovað hevði handfari málið, verða teldupostarnir ikki almanna kunngjørdir, men ístaðin verða boðini bagtaliseraði til at verða tey, at landstýrismaðurin ynskti einans at verða kunnaður um trupuleikar vóru. Henda útleggingin hjá landsstýrismanninum stríður ímóti skrivtligu boðunum,
Brot úr frágreiðing hjá Høgna hoydal til Løgmann:
Í november 2015 tosaði eg við aðalstjóran um, at eg vildi kunnast um flytingar av veiðiloyvum til tess at vita, um nakrir trupulleikar kundu stinga seg upp – serliga í sambandi við svartkjaftafiskiskapin av felagskvotu – og um neyðugt kundi vera at taka nøkur stig.
Aðalstjórin hevur eftir hetta telefoniskt tosað bæði við stjóran á Vørn og deildarstjóran á Fiskivinnustovuni í Fiskimálaráðnum um, at landsstýrismaðurin ynskti at verða kunnaður um umbønir um flytingar av veiðuloyvum.
Eg varð tó ikki kunnaður um ella kundi staðfesta nakran trupulleika




