Í løtuni sær út til, at KÍ higartil hevur gjørt sáttmálar við 10 av teimum íalt 23 spælarunum, sum meir og minni vóru fastur partur av Formulahópinum í júst loknu kappingini.
Hóast bert ein góð vika er liðin, síðan Formulakappingin 2008 endaði, so eru feløgini longu komin væl ávegis at manna Formulalið síni til komandi kapping.
Í so máta er KÍ einki undantak.
Higartil hevur felagið – sambært teimum upplýsingum, sum Norðlýsið hevur – gjørt sáttmála vi hesar av føstu spælarunum í Formulahópinum í 2008:
01) Jákup Mikkelsen
02) John Hammer
03) Jógvan Isaksen
04) Sigmund Jacobsen
05) Álvur Christiansen
06) Eli Simonsen
07) Ári Samson
08) Kristoffur Jakobsen
09) Heðin á Lakjuni
10) Rógvi Jacobsen
Restin av tí meir ella minni fasta Formulahópinum í 2008 er hendan (sambært www.ki.fo):
Ovi Nysted
Milic Curcić
Jan Andreasen
Bjarni Jørgensen
Kristian á Lakjuni
Steffan Kalsø
Harley Bertholdsen
Tórður Lervig
Rodrigo Silva
Jósup Henriksen
Erling Fles
Emil Nolsøe Leivsson (læntur frá HB)
Joe Zewe
Aftur at hesum koma nakrir av ungu leikarunum, sum ímóti endanum av kappingini í ár byrjaðu at nærkast Formulahópinum og í ávísan mun eisini liðnum.
Millum hesar kunnu nevnast eitt nú Sørmund Kalsø og Ivan Joensen, men eisini aðrir leikarar eru, sum vit ikki hava nøvnini á her.




