Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avfall og hiti í hagtølum

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám

Nú er ikki nógv eftir av 2016. Veðrið í ár hevur verið soleiðis, sum tað skal vera. Ella….?

Inni á heimasíðuni hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI) eru nógv hagtøl um veðrið. Mátistøðir hava verið í Føroyum siðan 1870ini, og tað er altíð áhugavert at lesa tey – samanbera veðrið, hvussu árini hava roynst o.s.fr.

Skulu tøl fyri árini berast saman, má talan vera um mátistøð á einum og sama stað. Í Havn hevur mátistøð verið øll árini síðan 1870ini, og tí ber til at gera samanberingar.

Her verða tøl fyri avfall og hita fyri árini eftir seinasta aldarskifti borin saman fyri mátistøðina í Havn.

Enn eru 3 fjórðingar eftir av desember mánaða, so alt árið kann ikki gerast endaliga upp enn, men vit kunnu taka neyðug fyrivarni og koma við eina ábending, sum ikki fer at vera langt við síðuna av tí endaliga.

Tá ið samanberingar verða gjørdar, ber til at bera saman ár fyri ár, men eisini vanliga við miðalveðrið í Føroyum, sum tað var frá 1961 til 1990.

Árið í ár – 2016 – hevur higartil verið tað turrasta árið siðan 2000: Frá 1961 til 1990 regnaði í miðal 1284 mm í Føroyum. Ein millimetur er tað sama sum ein litur av regni niður á hvønn m2. Higartil eru “bert” 942 mm av regni máldir í Føroyum. Næstturrasta árið síðan 2000, var 2001. Tá komu 1139 mm av regni niður. Tað skal regna illa restina av desember mánað í ár, um samlaðu hagtølini fyri regn í 2016 skulu fara upp um tølini frá 2000.

Allir mánaðirnir í fyrra hálvári í ár vóru turrari enn teir vóru í fjør. Eisini vóru teir turrari enn miðaltalið fyri 1961 – 1990, tó februar undantikin.

Í seinna hálvári í ár eru vóru juli, august september og november vátari enn í fjør. Oktober var turrari í ár enn í fjør.

Miðalhitin í Havn 1961 – 1990 var 6,46 stig. Síðan 2000 hava øll árini verið heitari enn tað – undantikið 2010. Tá var miðalhitin 6,36. Miðalhitin higartil í ár er 7,31.

Heitasta árið síðan 2000 var 2014. Tá var miðalhitin 8,03 stig – t.e. 1,57 stig oman fyri miðalhitan frá 1961 -1990!

Í ár var kaldari í Føroyum frá januar til og við apríl, enn tað var í fjør. Afturfyri vóru mai, juni og juli heitari í ár enn í fjør. August í ár og í fjør vóru mestsum líka heitir, men september og oktober vóru heitari í ár enn í fjør. November var 2,2 stig kaldari í ár enn í fjør, men desember er 2,2 stig heitari í ár enn í fjør.