Hjá KÍ er síðsta útkall, um liðið ætlar sær greipuna hjá U18 í ár, tá oddaliðið NSÍ í kvøld vitjar.
KÍ og NSÍ bresta saman í landskappingini hjá U18 í Klaksvík í kvøld. Undan dystinum er NSÍ greitt á odda, men KÍ kann framvegis røkka FM heitinum. NSÍ er undan dystinum 9 stig á odda, men við einum dysti meira. KÍ hevur 4 dystir eftir, meðan NSÍ hevur 3 dystir eftir at leika í ár. Vinnur KÍ dystin í kvøld, so kunnu tað bara blíva 3 stig á muni áðrenn seinastu umførini.
Fyrr í ár hava liðini leikt tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum. KÍ vann í steypakappingini í longdu leiktíðini í Runavík, meðan NSÍ vann báðar dystirnar í landskappingini(2-1 í Runavík og 4-1 í Klaksvík)
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.30 og dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.




