Sunnudagin verður avgerandi dystsur í bestu kvinnudeildini millum Stjørnuna og EB leiktur í KÍ-høllini. Kappingin er soleiðis skipað, at seks tey bestu liðini frá innleiðandi kappingini koma víðari til endaumfarið. Nú fýra umfør eru eftir at leika í innleiðandi umfarinum, er støðan tann, at Stjørnan er á sætta plássi við 8 stigum, meðan EB er á sjeynda plássi við 7 stigum. Fyri Stjørnuna er ógvuliga umráðandi at vinna dystin, tí við einum sigri hava tær so gott sum tryggjað sær pláss í endaspælinum.
Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 15.00.


