Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýris-málanevndini, sigur at nevndin kemur til eina niðurstøðu í málinum har landsstýri er kært fyri heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapi fyri 2012.
Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sigur at nevndin kemur í komandi viku til eina niðurstøðu í málinum, har landsstýri er kært fyri heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapi fyri 2012.
Tann 13. Juni 2012 sendir formaðurin í Tjóðveldi, ….kæru um heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapi fyri 2012…, til landsstýrismálanevndina:
“…. Hervið verða fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrinum í sambandi við at skipa makrelfiskiskapin fyri 2012 kærdar til Landsstýrismálanevndina.
Kært verður um:
1. Yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hjá
løgmanni í málinum.
2. Um kunngerðina um makrelfiskiskap frá 8. juni 2012:
a) At kunngerðin ikki er í samsvari við greiðar lógarheimildir, fyrisitingarligar
rættarreglur ella siðvenjur.
b) At hon er greitt brot á grundreglurnar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi
skipabólkum og bólkabýti.
c) At landsstýrismaðurin uttan lógarundarlag ásetir sær sjálvum nýggjar heimildir at
býta út og flyta kvotur og virðir millum fiskifør eftir tilvildarligum avgerðum.
3. Um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt,
sambært Stýrisskipanarlógini §33, stk. 3………….”
Avgerðin fellur í komandi viku
Siri Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini, sigur at nevndin hevur viðgjørt málið á fleiri fundum.
– Vit hava viðgjørt málið gjølla og eitt uppskot fyriliggur um eina niðurstøðu. Nevndin hevur fund í komandi viku og tá verður málið vantandi avgreitt. Meira kann eg ikki siga um málið í løtuni.
Samgongan eigur meirilutan í landsstýrismálanevndini og Sirið Stenberg vil einki siga um nevndin verður fult samd um niðurstøðuna. Í nevndini sita; Sirið Stenberg formaður, Joen Magnus Rasmussen næstformaður og Rósa Samuelsen.




