Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerðin um Suarez leikbannið í morgin

Jákup Ósá

Í morgin fellur avgerðin um, hvørs Luis Suarez skal hava linari revsing enn fyrst ásett.

9 landsdystir og 4 mánaðir leikbann frá øllum fótbólti var revsingin, sum Luis Suarez fekk eftir at hann beit Giorgio Chiellini. Síðani hevur hann biðið italska leikaran um umbering. Samstundis hevur italski leikarin góðtikið hesa og sagt, at hann vónar at dómurin ikki verður so harður. Uruguay hevur kært dómin og sum skilst frá FIFA, so verður tað í morgin, at hægsta kærunevndin í FIFA fer koma við einum úrskurði, um dómurin skal broytast ella ikki.

Annars skrivar The Times í kvøld, at einans læknakanning manglar í, til Luis Suarez kann fullføra skiftið frá Liverpool til Barcelona. Prísurin er 75 milliónir pund.

Harleywoodpaint