Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerðin vísir hvussu einoygt leiðslan í Faroe Ship hugsar

John William Joensen

Varaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen, sera ónøgdur við at Faroe Ship gevst at sigla á Klaksvík.

– Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í góðshavnina í Ánunum, sum flestum verður mett at vera besta havnin í Føroyum. 

– Harafturat verða íløgur gjørdar í frysti- og pakkhús á økinum og tí skilji eg als ikki avgerðina um at gevast at sigla á Klaksvík. 

– Grundgevingin, at tað nú er skjótari at koyra til Klaksvíkar síðan undirsjóartunnilin kom, vísir bert hvussu einoygt hugsan liggur aftanfyri. Tí tað er sjálvandi líka skjót at koyra úr Havn til Klaksvíkar, sum at koyra úr Klaksvík til Havnar. 

– Harafturat má sigast at norðurøkið má standa fyri meginpartinum av fiskaútflutninginum í Føroyum

– Fyri Klaksvíkar Havn er hetta sjálvandi ein inntøkumissur, sum kemur illa við og enn ein avgerð, sum tryggjar Tórshavnar Havn enn fleiri inntøkur enn teir hava í dag, sigur ein sera ónøgdur varaborgarstjóri.