Strandfaraskip Landsins fara við hesum at útbjóða rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslufólk í Svínoy.
Uppgávurnar hjá farmastøðunum
Farmastøðirnar kring landið skulu veita leiðsluni eina úrslitagóða fyrisiting innan farmaflutningin, herundir samskipa, viðlíkahalda og menna stýringina innan farmaflutning.
Uppgávurnar hjá avgreiðsluni
Uppgávurnar hjá avgreiðsluni í Svínoy, sum er undir samferðsludeildini, er at verða umboðsfólk hjá Strandfaraskip Landsins, sum ber við sær at tryggja ein støðugan farmaflutning millum útjaðaran, her Svínoy og meginøki.
Uppgávan úti í Svínoy fevnir m.a. um at flyta farm til og frá strandfaraskipinum, ið røkir leiðina til Svínoyar, veita upplýsing til ferðafólk, útbreiðslu av farmi, frankering, farmauppgerð og kundarøkt.
Førleikakrøv
Vit vænta at viðkomandi
- Hevur skil fyri veðri og vindi
- Hevur góð samstarvs-/ og samskiftisevni
- Er tænastusinnaður
- Dugir og torir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka sjálvstøðugar og skjótar avgerðir
- Hevur koyrikort C (lastbil)
- Hevur góðan røkjuskap og hegni at røkja arbeiðsakfør
- Góðan málførleika: norðurlendskt og enskt
- Er fyrikomandi, álítandi og røkin.
Setanartreytir
Arbeiðstíðin er serliga í samband við túrarnar hjá Strandferðsluskipinum, ið siglir til Svínoynna. Summarhálvuna er arbeiðsdagurin longri enn um veturin. Lønin er tó javnt býtt yvir alt árið. Starvið verður sett sambært sáttmála.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum, møguligum ummælum og lívsrensli verða at senda til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á t-postinum eyj@ssl.fo ella við vanligum posti til:
Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postrúm 30
FO-810 Tvøroyri
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. januar kl. 12.00
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðara, á fartelefon 293081 ella við at senda teldupost til jpb@ssl.fo.




