Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgustur í 3D

John William Joensen

Avgusturin, sum varð tikin upp við Áir 26. november, varð avmyndaður 3D. Endamálið við tí var at skjalfesta hann á pláninum, áðrenn hann varð skorin upp, til framtíðar miðlan á hvalastøðini.

Avgusturin, sum varð tikin upp við Áir 26. november, varð avmyndaður 3D.

Endamálið við tí var at skjalfesta hann á pláninum, áðrenn hann varð skorin upp, til framtíðar miðlan á hvalastøðini.

Fornfrøðideildin á Fornminnissavninum hevur útvegað sær útgerð til 3D-myndir í sambandi við skráseting av økjum við fornminnum. Henda útgerð kom væl við, nú avgusturin varð tikin upp.

Tað er sokallað “Structure From Motion” tøkni, ið verður nýtt at skapa 3D myndina. Tá allar myndirnar eru lagdar inn í telduforritið PhotoScan, verður eitt punktskýggj framleitt (mynd 1). Við trýkantsrokning verður eitt net (mesh) gjørt millum punktini og at enda verður tekstururin lagdur uttaná (mynd2).

Tilsamans er vorðin til ein mynd, sum kann snarast, har hvalurin sæst 3D.

Tað er Helgi Michelsen, fornfrøðingur, sum hevur tikið myndina og sum stendur fyri menning av hesi tøkni hjá Søvnum Landsins.