RLÚ-úrslitið á fíggjarkørmunum fyri 2017 (tað sum svarar nøkulunda til tað, vit vanliga kalla úrslit áðrenn avdráttir), vísir eitt avlop á 50 mió. krónur. Tað er 6 mió. minni enn á fíggjarkørmunum, sum vórðu lagdir fram fyri einum ári síðani.
Inntøkurnar fara sambært fíggjarkørmunum at vaksa við 96,4 mió. krónum og rakstrarútreiðslurnar økjast við 92,8 mió. krónum. íløgurnar økjast við 7 mió. krónum.
Men hetta eru samanberingar við fíggjarkarmarnar og ikki við fíggjarlógina fyri 2016.
Nógv broytist frá tí at fíggjarkarmarnir verða lagdir fram í mars til fíggjarlógin verður løgd fram í september – fyri ikki at tala um til roknskapurin verður lagdur fram. Tí er helst ikki rætt at samanbera við fíggjarkarmarnar í fjør, men líka væl sum tølini broyttust gjøgnum árið í fjør, so fara tey eisini at broytast í ár.
Samanborið við fíggjarlógina fyri 2016 økjast rakstrarútreiðslurnar 1,8 prosent. Hetta helt Kristina Háfoss, á tíðindafundinum í morgun, vera sera varið, men hetta er eisini treytað av, at fleiri nýskipanir verða gjørdar.
Inntøkurnar økjast 3,6 prosent í mun til fíggjarlógina fyri 2016. Kristina Háfoss boðaði á tíðindafundinum frá, at alt bendir á, at inntøkurnar í ár verða hægri enn mett er á fíggjarlógini.
Um tað fer at eydnast at gera neyðugu nýskipanirnar, fer millum annað tingfundurin í dag at vísa, tá uppskotið um uppboðssølu av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum kemur til 2. viðgerð.




