Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AVLÝST! – Árligi fólkafundurin á skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar í dag

Danial Viðoy

TÚRURIN ER AVLÝSTUR!

Soleiðis stóð skrivað í morgun:

“Eins og undanfarin ár verður fyrsta sunnudag í august farið niðan á Skarð til árliga fólkafundin.

Fólkafundurin verður sostatt í dag – um viðrar – sunnudagin 7. august kl. 15.30.

Røðari verður Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Eins og vanligt verður eisini felagssangur og hugni. Farið verður til gongu frá Kunningarstovuni á Bugnum kl. 14. Verið væl klødd og skødd og havið gjarna mat og drekka við, tí til ber at leggja sær leiðina víðari á Rustarkamb og Altarið ella á Borgina, um veðrið er til vildar.

Forsøgnin sigur gott veður seinnapartin sunnudag, so tað verður helst ein góður dagur.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kunningarstovan í Fuglafirði”

MEN NÚ ER TÚRURIN AVLÝSTUR

Harleyfacadeacryl