Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avmarka nýtsluna av píkadekkum?

Heðin Mortensen

Tíðindaskriv: Undirritaði havi fleiri ferðir víst á, at píkadekk slíta vegirnar munandi meira enn onnur sløg av dekkum og elva til stóra dálking, til skaða fyri bæði fólkaheilsuna og náttúruna.

Nútímans, bleytu vetrardekkini blíva betur ár undan ári, og standa seg í allarflestu royndarkoyringum, í allarflestu koyrilíkindum, væl betri enn píkadekk. Tí er hugburðurin í grannalondunum broyttur munandi seinni árini.

Eg havi tí í dag (mikudag 28. des) sett landsstýrismanninum í samferðslumálum viðfesta fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini, har eg biði hann greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur um at fremja tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum.

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður

Sjá fyrispurning í fílini niðanfyri:

Harleyfacadeacryl