Kallanes hevur ligið framvið hesa vikuna, nú prísurin á fiski hevur verið høgur, og tað hevur eydnast teimum at gera eina góða viku.
Árni Zachariassen, skipari á Kallanesi sigur, at mánadagin høvdu teir 9.000 pund og seldu veiðuna fyri 80.000 krónur. Síðani hava vit verið tveir túrar hesa vikuna, sum báðir lógu um 5.000 pund og tilsamans hava hesir tríggir túrarnir givið á leið 180.000 krónur.
Mánadagin setti Kallanes 80 stampar, imeðan teir settu 42 stampar hinar báðar túrarnar.




