Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avskriva keyp av list

John D. Olsen

Í gjár tosaðu landsstýrismenn um møguleikan av at avskriva í samband við keyp av list. Hetta er nakað, sum er kent í londum rundan um okkum.

Á landsstýrisfundi í gjár, tosaðu landsstýrismenninir, ‘um at avskriva keyp av myndlist og stuðul til mentanarlig endamál.’ Tað var landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, sum ynskti at fáa í lag kjak um hetta evnið.

Eg legði hetta evnið fram á fundinum í gjár, við tí í hyggju at betra um møguleikarnar hjá listafólki at virka í Føroyum. Vit kenna tað frá londum rundan um okkum, ið hava skipanir, sum loyva privatum fyritøkum, at avskriva ein part peninginum, sum tær brúka til keyp av list.
Enn er talan ikki um nakrar ítøkiligar ætlanir, men eg bað á fundinum um loyvi at tosa við Toll & Skatt, um hesi viðurskiftini.
Landsstýrismenn vóru sum heild positivir stillaðir yvirfyri hesum málinum, sigur Jógvan á Lakjuni.

Landsstýrismaðurin leggur áherðslu á, at talan als ikki kann fara at verða um, at avtaka alla minka um stuðulin, sum verður veittur ígjøgnum Mentanargrunnin.