Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avtakið avtøku av Landsbankanum

John William Joensen

45 dagar eru nú eftir til endaligu avtøkuna av Landsbanka Føroya.

45 dagar eru nú eftir til endaligu avtøkuna avLandsbanka Føroya.

Niðurteljingin til 1. apríl og harvið avtøkuav hesum grundleggjandi stovni, ið varð stovnaður við lóg fyri 35 árum síðan,er av álvara byrjað.

Men nú fær Løgtingið møguleika at viðgeramálið einaferð enn, og at broyta avgerðina um avtøkuna, ið samgongan samtyktiðbeint fyri jól. Tí Tjóðveldi hevur lagt fýra mál fyri Løgtingið. Lógaruppskot,ið avtaka tær fýra lógarbroytingarnar, ið avtaka Landsbankan 1. apríl 2013.

Fakfeløg,stovnar og arbeiðsgevarafelag ávaraðu
Tað var sanniliga ikki uttan orsøk at allirhoyringspartar, herímillum 24 fakfeløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ávaraðuímóti at samtykja lógaruppskotini um avtøku av Landsbankanum – uttan felagiðfyri peningastovnarnar.

Allar grundgevingar um sparingar oggjøgnumskygni vórðu í viðgerðini av málinum hartil afturvístar, tí avtøkankemur mest sannlíkt at kosta landinum stórar upphæddir og munandi meira enn ídag, og neyðuga gjøgnumskygnið kann skapast uttan avtøkuna. Hartil kemuravtøkan at spjaða alla tað tjóðarbúskaparligu vitanina vit hava í dag, og avtakaeinasta óhefta tjóðarbúskaparstovn Føroya.

Veruligaendamálið við avtøkuni
Endamálið við avtøkuni tyktist tí at vera eitt heiltannað, enn tað, ið varð sagt alment frá fíggjarmálaráðharrans síðu. Nevnliga atsleppa undan einum óheftum búskaparstovni, ið kemur við búskaparmetingum og–ráðgeving, ið til tíðir kann ganga ímóti landsstýrisfólkum. Hartil fæst lættaripolitisk atgongd til stýring og umsiting av fleiri milliardum krónum hjáSamhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum og gjaldføri landsins.

Samhaldsfastiog gjaldføri landsins frá Landsbanka til Jørgen
Tí ætlaða avtøkan av Landsbankanum 1. apríl 2013 merkir m.a. at fylgjandiverður flutt frá óheftum stovni, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum stjórna, tilstovn beint undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen:

1) Gjaldførisumsiting landsins (um 2 mia. kr. í tøkum gjaldføri),
2) 160 mió. kr. í Tiltaksgrunni Landsbankans,
3) skuldarumsiting landsins, og
4) Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (við ogn á yvir 900 mió.kr.)

Føroyargerast veikari og ótryggari
Meðan fíggjarkreppan hevur lært øll onnur lond, ið vitsamanbera okkum við, at alneyðugt er at styrkja og menna teirra óheftu tjóðarbúskaparligustovnar, og styrkja teirra ráðgeving og eftirlit við fíggjargeiranum, so hevursamgongan valt at Føroyar skulu vera einasta europeiska landið uttan tjóðbankaella tjóðbankalíknandi stovn.

Farið er so langt sum at taka stig til, at onginóheftur tjóðarbúskaparligur stovnur skal vera í Føroyum. Harvið verður onginstovnur, ið m.a. skal tryggja eitt veruligt og styrkt tjóðarbúskaparligteftirlit við føroyska fíggjargeiranum, og gerast Føroyar hartil enn fátækari táumræður búskapargreining og ráðgeving framyvir.

Hetta ger okkara samfelag veikari ogótryggari. Gevur sostatt als onga meining.

Hvørjum skal Landsbankaavtøkan tæna?
Fyri at geva Løgtinginum ein møguleika at avtaka avtøkuna av Landsbankanum,eru tí fýra løgtingsmál um at avtaka avtøkuna av Landsbankanum, og at lataumsitingina av Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum aftur til Landsbankanog partarnar á arbeiðsmarknaðinum, nú løgd fyri Løgtingið.

Hóast 1. apríl – og harvið endaliga avtøkan avLandsbankanum – nærkast, so er enn møguligt at avtaka avtøkuna.

Ein avtøka, ið ger Føroyar veikari ogótryggari, og sum undir øllum umstøðum verður fyribils, tí Landsbanki Føroya sjálvandiverður endurstovnaður, so skjótt nýggj samgonga verður skipað.

KristinaHáfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi