Føroyar hava í dag undirritað frumskjal við Norra í sambandi við, at avtalan um alevropiska miðjarhavsskipanin um samsavnan av uppruna kemur í gildi hósdagin 1. desember.
Avtalan ber í sær, at einsljóðandi frumskjøl verða sett afturat fríhandilsavtaluni við Norra, eins og gjørt var fyrr í mánaðinum við ES og Ísland.
Tað vóru Hákun J. Djurhuus, sendimaður Føroya í ES og Helge Skaara, næsti maður hjá norska ES-sendiharranum, sum undirritaðu skjølini á norsku ES-sendistovuni í Brússel.
Við alevropisku miðjarðarhavsskipanini ber til hjá Føroyum at samsavna upprunan við øll tey lond í skipanini, Føroyar hava handilssáttmála við og har nýggju upprunafrumskjølini eru sett at sáttmálunum.
Sostatt er nú klárt hjá føroyska vinnulívinum at nýta avtaluna um samsavnan av uppruna mótvegis teimum 25 ES londunum, Íslandi og Norra.
Føroyar hava eisini fríhandilsavtalu við Sveis. Frumskølini við Sveis verða undirritað í næstum, og koma eftir ætlan í gildi 1. januar 2006.




