Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avtøkan av morgunlestrunum ein skomm fyri Kringvarp Føroya

Oliver Joensen

Mikudagin var sera áhugavert orðaskifti í Løgtinginum um avtøkuna av endursendingini av morgunlestrunum.

Eg hevði sett landsstýriskvinnuni í mentamálum spurningar um óskiljandi avgerðina hjá útvarpinum at strika lestrarnar. Nærum øll tingfólk, sum vóru á fundi tóku orðið og mótmæltu, at sendingin var strikað.

Tað hevði longu tá vakt stóran ans og undran kring landið, nú Kringvarp Føroya hevði tikið tað ódámligu avgerð at taka sendingina av morgunlestrinum av skránni.

Eisini skrivaðu 26 tinfólk undir áheitan á Kringvarpsleiðsluna at vísa ta virðing fyri lurtarunum at seta endursendingina á skrá aftur.

Síðani hava tingformaðurin og aðrir tingmenn átalað áheitanina á kringvarpsleiðsluna, tí teir meta, at slíkt skriv ikki livir upptil tignina hjá Løgtinginum.

Tað er ein sjáldsamur hugburður at skjóta tingfólki í skógvarnar, at vit lækka virðingina fyri tinginum bert tí, at vit hava grundaða meining um tað ódámliga í, at almenna útvarpið strikar sending, sum hevur so nógv at týða fyri so mong.
Harfturat hava løgtingsfólk ikki sent nakað mótmæli, men hava staðiliga heitt á kringvarpsstjóran um at lurta eftir fólkinum, biskupi, dómprósti, prestafelag, kristiligum lurtarafelag og øllum teimum gomlu í landinum, sum hava mótmælt, at morgunlesturin ikki verður endursendur.

Tað hevði klætt tingformanninum og øðrum betur at stuðla einari so sjálvsagdari áheitan heldur enn at tala ímóti demokratiska rættinum hjá tingfólki at siga sina hugsan í áheitan á prenti til Kringvarp Føroya.

Bjarni Djurholm