Bara einaferð áður í søgu felagsins hevur B36 latið fleiri mál inn enn í 2017.
39 mál lat B36 inn í kappingarárinum 2017. Tað er bara hent einaferð áður í søgu felagsins, at fleiri mál eru farin ígjøgnum. Tað var í 2009, tá B36 lat 53 mál ígjøgnum. Her skal tó havast í huga, at áðrenn 2005 blivu 18 umfør leikt og enn færri í gamlari tíð.
Tí kemur tað heldur óvæntað á, at B36 verjuleikarin Odmar Færø er millum teir tríggjar við flest atkvøðum sum ársins leikari og ársins verjuleikari, sum vera valdir fríggjakvøldið á tiltaki hjá FSF og Miðlahúsinum.
Ársins leikari, teir tilnevndu:
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Odmar Færø (B36)
Adeshina Lawal (Víkingur)
Ársins verjuleikari, teir tilnevndu:
Atli Gregersen (Víkingur)
Odmar Færø (B36)
Jonas F. Rasmussen (KÍ)




