Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 fingið fyrrverandi landsliðsleikara

Jákup Ósá

B36 hevur í kvøld gjørt sáttmála við nýggjan leikara, ið fyrr hevur spælt fleiri landsdystir.

B36 hevur í kvøld gjørt sáttmála við nýggjan leikara.

Talan er um ein gamlan kenning í felagnum. Frá 2006 til 2009 spældi hann við B36. Eisini hevur hann umboðað barnsdómsfelagið Skála umframt HB og ÍF. Talan er um 28 ára gamla Hanus Thorleifsson, sum hevur spælt 3 landsdystir. Hann váttar fyri nordlysid.fo, at sáttmáli er gjørdur. Hanus hevur seinastu vikurnar vant við besta liðinum hjá B36, so hetta kemur neyvan so óvæntað á.

Hanus er triði leikarin, ið kemur til felagið uttanífrá. Frammanundan hava Eli F. Nielsen og Alex Mellemgaard gjørt sáttmála við B36.