Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 formaðurin: Ov nógvir pengar í Effodeildini

Jákup Ósá

B36 formaðurin heldur, at føroysku feløgini mugu taka seg saman og byrja at hugsa um ungdómin í størri mun enn nú, har pengarnir bara vera ”oyslaðir” í bestu mansdeildina.

B36 er eitt av liðunum, sum ikki hevur keypt stórvegis inn í vetur, hóast teir tryggjaðu sær Europa League luttøku seinasta kappingarár. Felagið hevur mist Súna Olsen, Evrard Blé og Gilla Sørensen, meðan minni ”nøvn” sum Eli F. Nielsen og Alex Mellemgaard eru komnir til felagið. Heiðrikur Christiansen er formaður í B36, har hann tók yvir fyrr í vetur.

Feløgini mugu hugsa øðrvísi

B36 formaðurin er rættuliga avgjørdur um, at føroyskur fótbóltur má taka í egnan barm innan penga fótbólt.

– Feløgini ”oysa” pengar í besta mansliðið og kappbjóða um leikarar. Hetta ger so, at einki verður eftir til ungdómin, tí allir pengarnir vera brúktir uppá besta liðið. Her skuldu feløgini tikið annað skinn um bak og arbeitt saman um at fingið lønarlagið niður í føroyskum fótbólti. Og ístaðin skuldi feløgini brúkt meira pening og orku til ungdómin og ungdómsvenjarar. Tað hevði gagnað føroyskum fótbólti nógv meira. Men hetta skal heldur ikki misskiljast, tí besta mansliðið er flaggskipið og tað, sum ungdómurin speglar sær í. Har skulu eisini pengar brúkast og viðhvørt hevur eitt lið brúk fyri styrki til ávís pláss, sigur Heiðrikur Christiansen við Norðlýsið.