Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 góðan møguleika at spæla seg víðari

Jákup Ósá

Mótstøðuliðið av Malta vann tepran sigur, men dysturin vísti, at B36 hevur góðan møguleika at spæla seg víðari í Champions League.

Í kvøld var undankappingardystur í Champions League millum Valletta av Malta og B36. Undan dystinum var liðið av Malta styrkismett hægri og var eisini favorittur sambært veddingarfyritøkunum. Tað var eisini nógvur hiti, meðan dysturin bleiv leiktur, og tað fór neyvan at hjálpa B36.

Men hóast Valletta vann 1-0 við máli í 69. minutti, so var talan um javnan dyst, har B36 gott kundi fingið okkurt mál. Heimaliðið vísti einki, sum bendi á nakra ræðandi styrki og B36 spældi fult upp ímóti teimum og til tíðir betri. Tá skal heimavøllurin, hitin og tað at B36 manglaði onkrar lyklaleikarar havast í huga. Um eina viku er seinni dysturin í Føroyum undir meira heimligum viðurskiftum og skal støðið takast útfrá kvøldsins dysti, so hevur B36 góðan møguleika at fáa eitt nóg gott úrslit á heimavølli til at spæla seg víðari.