HB hevur spælt seg í finaluna eftir stórsigur móti grannunum.
Líkindini eru frálík í Klaksvík, nú fyrsti dysturin í Klaksvíkskappingini er farin í gongd.
HB byrjar soleiðis: Teitur M. Gestsson – Jóhan T. Davidsen, Gunnar Haralsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Fróði benjaminsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen, Andrew av Fløtum, Kristin Mouritsen
B36 byrjar soleiðis: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Robert H. Brockie, Hørður Askham, Alex Mellemgaard – Hanus Thorleifsson, Klæmint Olsen, Róaldur Jacobsen, Jákup á Borg – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal
9 min.: 1-0 til HB. René S. Joensen skoraði eftir fríspæling. Fyrsti veruligi møguleikin í dystinum.
24 min.: Framvegis 1-0 til HB. Tað er HB sum hevur yvirvág, men munurin er ikki stórur á liðunum. Fáir mál møguleikar higartil.
26 min.: 2-0 til HB. René S. Joensen skorar sítt næsta mál. Tróndur Jensen legði hornaspark heilt inn á mállinjuna, har Tórður ikki fekk tamarhald á í nærdysti. René hevði lætt við at skjóta bóltin í málið. Tórður vildi hava fríspark í støðuni, men Petur Reinert sá tað ikki sum eitt fríspark.
42 min.: Poul Ingason er komin inn fyri Andrew av Fløtum hjá HB, meðan Benjamin Heinesen er komin inn fyri Alex Mellemgaard hjá B36. Hanus Thgorleifsson hevði stóran møguleika, men Teitur bjargaði væl áðrenn Lawal skeyt uppum úr góðari støðu. har átti at staðið 2-1.
Hálvleikur: 2-0 til HB
Tað er HB, sum er á odda í hálvleikinum. HB hevur havt meira spæl, men stórvegis munur er ikki á liðunum. B36 skuldi havt skorað, tá Hanus Thorleifsson var púra leysur við málverjanum. Spælið hevur ikki verið tað besta. Hjá HB er Tróndur Jensen á miðvøllinum kanska mest eyðsýndi leikarin higartil.
47 min.: So hevur B36 skorað. Hanus Thorleifsson bleiv feldur av René S. Joensen og dómarin dømdi brotsspark. Jákup á Borg setti tað trygt í netið.
60 min.: Rógvi Holm hevur lagt HB á odda 3-1.
70 min.: Cieslewicz hevur fingið beinleiðis reytt kort frá Petur Reinert. Cieslewicz hevur verið ónøgdur við fleiri støður gjøgnum dystin.
75 min.: 4-1 til HB. Teit Jacobsen fekk høvdið á bóltin og skoraði. Nú tykist dysturin avgjørdur.
85 min.: Teitur M. Gestsson við framúr útsparki. Poul Ingason fangar bóltin og skorar til 5-1.
Liðugt: 5-1 til HB endaði tað við seinnapartin. HB var betra liðið, men skapti ikki so nógv í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki opnaði B36 verjan meir og HB fekk lættari spæl, meðan B36 leikararnir brúktu meir og meir orku uppá dómara avgerðir, sum eisini kostaðu í einum reyðum korti. B36 fekk tó ein leikara inn ístaðin fyri Cieslewicz.




