Hagtøl, karakterur og besti leikari í B36 fyrsta triðingin av Effodeildini.
B36 hevur vunnið FM seinastu tvey árini. Fyrsta triðingin í ár hevur liðið staðið royndina og hevur fingið 17 stig, sum bara er eitt stig færri enn um somu tíð. Fyrsti triðingurin endaði við einum teprum tapi í Sarpugerði, men frammanundan lá B36 fremst eftir sigur á grannunum úr HB. Niðanfyri verður mett um B36 fyrsta triðingin.
Toppskjútti:
1. Róaldur Jakobsen og Sebastian Pingel 4 mál
2. Lukasz Cieslewicz 3 mál
Flest upplegg
1. Lukasz Cieslewicz 4 upplegg
Deyðbóltar fyri: 6
Deyðbóltar ímóti: 4
Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:
41 %: Lukasz Cieslewicz (antin skorað ella lagt upp til 41 % av málunum hjá B36)
Besti leikari: Lukasz Cieslewicz
Hóast flestu mótstøðuliðini helst leggja nógv fyri at steðga Lukasz í ár, so er hann framvegis nógv mest avgerandi leikarin hjá B36 í álopspartinum. 3 mál og 4 upplegg er tað blivið til higartil og afturat hesum hevur Lukasz í fleiri øðrum málum havt ein fót við. Ársins leikari plagar ofta at fella nógv í støði árið eftir, men soleiðis sær ikki út til at vera við Lukasz, sum eins og B36 liðið sjálvt plagar at blíva enn betri sum kappingin líður.
Karakter til B36: 7
Eftir 8 umfør lá B36 á odda í kappingini, men so tapti liðið sín næsta dyst í ár, tá Víkingur tók ímóti. 17 stig er nøktandi fyri føroyameistararnar, sum hava verið støðugir og hava vunnið lykladystir móti NSÍ og HB. Liðið hevur bara eitt stig færri enn um somu tíð í fjør, so verður gongdin tann sama, so hevur B36 einki at stúra fyri. Skaðar hava darvað nakað, so liðið verður heilt vist sterkari seinni, tá fleiri mans vera tøkir.
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




