B36 hevur størstu framgongdina fyri fyrsta triðingin í mun til í fjør.
B36 hevur størstu framgongdina fyri fyrsta triðingin í mun til í fjør.
Soleiðis er munurin hjá liðunum í ár í mun til, tá ein triðingur (9 umfør) vóru spæld í fjør:
B36: + 12
AB: +5
EB/Streymur: +1
Víkingur: -1
NSÍ: -1
ÍF: -2
HB: -2
KÍ: -3
Samanbera vit B68 við TB, so hava B68 tvey stig minni enn TB, meðan Skála hevur trý stig minni enn 07Vestur hevði um somu tíð í fjør.
Um munin er at siga, at framgongdin hjá AB skal takast við eitt sindur av fyrivarni, tí teir høvdu eina sera óvanliga kapping í fjør, har teir tvey stig eftir 11 umfør, men síðani fingu nærum eins nógv sum tey bestu liðini restina av árinum. Annars liggja tey flestu liðini áleið á sama plássi sum um somu tíð í fjør. Men B36 brýtur burturúr við framgongd uppá 12 stig.




