Sunnudagin verður fyrsti venjingardysturin hjá KÍ leiktur.
Dysturin er í Gundadali móti B36. Hetta er fyrsti venjingardysturin hjá báðum liðunum, so spennandi verður at síggja, hvussu hesi liðini eru fyri, nú umleið 3 vikur eru farnar afturum við harðari venjing. Tað verður boðað frá nógvum vindi sunnudagin, so kanska er ivasamt, um dysturin verður leiktur, men Gundadalur er veður gott pláss.
Dysturin er settur at byrja kl. 15.00. Myndirnar niðanfyri eru frá KÍ venjingini mánakvøldið í hesi vikuni.




