Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36-KÍ: Upptakt

Jákup Ósá

Bæði B36 og KÍ spældu javnleik í fyrsta umfarinum og eru tí helst sera uppsett uppá at fáa sín fyrsta sigur í 2. umfarinum.

B36 fekk góðkendan javnleik á útivølli móti Víkingi, meðan tað helst var størri vónbrot hjá KÍ at bara fáa javnleik á heimavølli móti Skála.

Hjá B36 eru allir mans tøkir. Eisini Hannes Agnarsson, ið ikki var við seinast. Hjá KÍ hevur Jákup B. Andreasen leikbann, meðan Ísak Simonsen er skaddur. Annars eru allir mans tøkir. Í fjør spældu liðini fýra ferðir móti hvørjum øðrum. KÍ vann tvær ferðir við einum máli og tvær ferðir endaði tað við javnleiki, so lagt er upp til ein spennandi dyst sambært hagtølunum. Bæði liðini vera av teimum flestu mett at vera millum tey sterkastu í kappingini í ár. 

Dysturin í Gundadali í Tórshavn byrjar kl. 15.00, og dómari verður Petur Reinert.