Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 liðið í 2017 líkist FM liðnum í 2015

Jákup Ósá

B36 er helst millum føroyameistarakandidatarnar í 2017 hjá mongum.

B36 er helst millum føroyameistarakandidatarnar í 2017 hjá mongum.

Í Norðlýsinum í dag, ið kemur í hvørt hús í Norðoyggjum, er greining av støðuni í B36, har vit eisini seta høvuðsvenjaranum, Jákup á Borg, spurningin, um B36 fær meira styrk áðrenn kappingarbyrjan. B36 hevur líka síðani 2011 verið eitt støðugt topplið í føroyskum fótbólti við undantaki av 2012. Øll hini 5 árini eydnaðist tað at koma út í Europa.

Nógvar vinnararoyndir á 2017 liðnum

B36 hópurin í 2017 líkist 2015 hópinum, ið vann føroyameistaraheitið fleiri umfør áðrenn kappingarenda. 2016 liðið var ávirkað av, at bæði Oddmar Færø og Eli F. Nielsen ikki vóru tøkir í fyrru hálvu. Teir eru nú tøkir frá byrjan. Samanbera vit við 2015 hópin, so eru 10 av teimum 16 leikarunum, ið spældu mest tá, framvegis í hópinum. Afturat hesum hevur liðið m.a. fingið Christian R. Mouritsen, sum hevur vunnið fleiri føroyameistaraheitir(FM) við HB.

Hyggja vit eftir mongu vinnararoyndunum á B36 liðnum, so hava leikararnir nógv at vísa á. Niðanfyri hyggja vit bara eftir, hvørjir hava vunnið føroyameistaraheitið í bestu deildini(verið á vøllinum í kappingarárinum, har sítt lið vann FM):

Tórður Thomsen (FM 2007, 2010, 2014 og 2015)

Høgni Eysturoy (FM 2011, 2014 og 2015)

Andrias Eriksen (FM 2014 og 2015)

Odmar Færø (FM 2011, 2014 og 2015)

Bjarni Petersen (FM 2015)

Benjamin Heinesen (FM 2014 og 2015)

Gestur B. Dam (FM 2012 og 2015)

Alex Mellemgaard (FM 2014 og 2015)

Pætur Petersen (FM 2015)

Eli F. Nielsen (FM 2014 og 2015)

Róaldur Jakobsen (FM 2011, 2014 og 2015)

Lukasz Cieslewicz (FM 2014 og 2015)

Christian R. Mouritsen (FM 2009 og 2013)

Jógvan Andrias Nolsøe (FM 2009, 2010 og 2013)

14 leikarar hava verið á vøllinum fyri ein FM vinnara. 12 leikarar í B36 hópinum í 2017 hava enntá vunnið minst tvey føroyameistaraheitir. Av hesum hava fleiri ikki spælt so nógv okkurt av árunum, har teir hava vunnið FM. Men frá B36 FM liðnum í 2015, so eru 11 av teimum 16 leikarunum, ið spældu mest í 2015, framvegis í hópinum. Afturat hesum kemur so m.a. Christian R. Mouritsen, Patrik Johannesen og Hannes Agnarsson, har tann fyrsti í mong ár hevur verið millum profilarnar í føroysku kappingini, meðan teir báðir seinnu vóru millum mest eyðsýndu ungu leikararnar í Effodeildini í 2016. Tí er helst lítil ivi um, at B36 hjá mongum fer at teljast millum liðini, sum undan kappingini í ár vera mett at hava góðan møguleika at vera í oddinum og kappast um føroyameistaraheitið.