Tað verður eitt B36 lið, sum verður í sterkari útgávu enn fyrr í ár, tá føroyameistararnir seinastu tvey árini taka ímóti oddaliðnum úr Klaksvík sunnudagin.
Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, kann fegnast um, at hann nú hevur fleiri leikarar tøkar enn til nakran dyst fyrr í ár, har B36 í summum dystum hevur verið hart rakt av skaðum.
– Robert Heðin Brockie fekk ein knæskaða í 2. umfari og spælir ikki aftur hetta kappingarárið. Síðani er tað Eli F. Nielsen, sum ikki kemur heim fyrr enn í næstu viku. Men annars hava vit allar mans tøkar, og so væl mannaðir hava vit ikki verið til nakran dyst fyrr í ár, sigur Eyðun Klakstein við Norðlýsið undan dystinum.
B36 og KÍ spæla toppdyst í Gundadali sunnudagin kl. 17.15.




