Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 og AB vunnu

Jákup Ósá

Í gjárkvøldið og í kvøld hava venjingardystir verið á skránni.

Í gjárkvøldið og í kvøld hava venjingardystir verið á skránni.

Nú eru seinastu venjingardystirnir á skránni hjá liðunum í Effodeildini. Tey flestu spæla sín seinasta dyst komandi vikuskiftið. Men hesa vikuna hava tveir dystir verið á skránni. Á Skála spældu Skála og AB í gjár. AB vann dystin 2-1. Málskjúttar hjá AB vóru Jónas Stenberg og Karsten Højgaard, meðan Jákup Johansen skoraði málið hjá Skála.

Í kvøld spældu EB/Streymur og B36 við Margáir. B36 vann dystin 2-0 við málum frá teimum báðum royndu Jákup á Borg og Símun Joensen. Bæði dysturin í gjár og í dag var merktur av, at A-landsliðið og U21 landsliðið er uttanlands og tískil manglaðu liðini fleiri leikarar.

EB/Streymur byrjaði við hesum liðnum i kvøld: René Tórgarð – Árni G. Olsen, Marni Djurhuus, Allan Hansen, Jóhannes Hansen – Rói Olsen, Gert Hansen, Brian Olsen – Hans Pauli Samuelsen, Hanus Olsen, Niels Pauli Danielsen.

B36 byrjaði við hesum liðnum í kvøld: Trygvi Askham – Høgni Eysturoy, Eli F. Nielsen, Klæmint Matras, Bárður Mittelstein – Hanus Thorleifsson, Róaldur Jacobsen, Símun Joensen, Rasmus Dan Sørensen – Lukas Cieslewicz, Jákup á Borg.