Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 og EB/STR høvdu síni viðurskifti í lagið

John William Joensen

Meirilutin í kappingarnevndini sigur í niðurstøðu síni at einki er í páhaldinum frá leiðsluni í HB at leiðslurnar í B36 og EB/STR ikki hava skil á sínum leikaraviðurskiftum

Meirilutin í kappingarnevndini skrivar:

Spæliloyvi hjá Páll M. Joensen

1. Grundarlagið undir viðgerðini av Páll M. Joensen málinum
Vísandi til úrskurðin hjá Ítróttadómstóli ÍSFs frá 15. juli 2006, í málinum um spæliloyvi hjá Páll M. Joensen í HB, hevur Kappingarnevndin í dag viðgjørt málið av nýggjum.

Sum grundarlag undir málsviðgerðina fyriliggja, umframt skjøl frá øðrum viðgerðum, hesi skjøl:
1. Úrskurðurin frá Ítróttadómstólinum frá 15. juli 2006
2. Frágreiðing frá fyrisiting FSFs frá 21. juli 2006 við undirskjølum í sambandi við spæliloyvi hjá Knút Vesturtún EB/Streymur
3. Frágreiðing frá fyrisiting FSFs frá 21. juli 2006 við undirkjølum, í sambandi við spæliloyvi hjá Klæmint Matras B36.
4. Notat frá løgfrøðingi FSFs frá 22. juli 2006.

2. Niðurstøðan hjá Ítróttadómstólinum

Úrskurðurin hjá Ítróttadómstólinum er soljóðandi:
Avgerðin hjá Dómsnevnd FSF frá 16. juni 2006 verður ógildað, og málið verður víst aftur til Kappingarnevndina at viðgera av nýggjum, har støða verður tikin til, hvør avleiðingin av, at HB nýtti ein leikara uttan loyvisbræv, skal verða, og at Kappingarnevndin í hesum sambandi skal hava fyrilit fyri teimum báðum málunum viðvíkjandi leikarum hjá EB/Streymi og B36, ið FSF umrøður í skrivi til Dómsnevnd FSFs, dagfest 12. juni 2006.
Út frá sjálvum úrskurðinum og innihaldinum annars í skrivinum frá Ítróttadómstólinum er at skilja, at Kappingarnevndin skal hava fyri eyga at eins mál verða viðgjørd/avgreidd eins og í nýggju viðgerðini av Páll M. Joensen málinum skal Kappingarnevndin hava líkheits regluna fyri eyga við atliti til spæliloyvini hjá Knút Vesturtún og Klæmint Matras mótvegis spæliloyvinum hjá Páll M. Joensen.

3 Sammeting av málunum viðv. Klæmint Matras/Knút Vesturtún og Páll M Joensen

Kappingarnevndin er av teirri áskoðan, at málini um loyvisbrøvini hjá nevndu leikarum og málið viðvíkjandi loyvisbrævið hjá Páll M. Joensen ikki kunnu sammetast.
3.1. Klæmint Matras
Klæmint Matras hevur verið knýttur at B36 øll árini, men hevur hann í einum stuttum tíðarskeiði – umleið 3 vikur – verið og royndarvant uttanlands og hevur leikarin síðan august 2000 staði á leikaralistanum hjá B36.
Formliga hevur FSF ikki útskriva spæliloyvi til B36, men tað er eingin ivi um at B36, TheFA og FSF eru vitandi um at spæliloyvi hoyrir heima í B36 frá 15. apríl 2000 at rokna.
Leysgevingin av honum til enska liðið varð eisini tíðaravmarkað og treytað av, at leikaraloyvi varð flutt aftur til B36, tá royndarvenjingin var liðug.
Klæmint Matras hevur heldur ikki seinastu mongu árini leikt við øðrum felag enn B36.

3.2 Knút Vesturtún
Knút Vesturtún hevur verið knýttur at EB seinni EB/Streymi øll árini við undantak av kappingarárinum 1997 tá hann leikti við HB.
Leikaraloyvi hjá Knút Vesturtún hevur ikki liðið hjá øðrum felagi, men hjá FSF síðan mars 1998 tá hann varð leysgivin av HB til EB/Streym og øll formlig viðurskifti vóru uppá pláss áðrenn hann leikti nakran dyst fyri EB/Streym í ár.
Eisini skal viðmerkjast, at EB/Streymur í byrjanini av hesum kappingarári vendi sær beinleiðis til FSF við fyrispurningi um henda leikara áðrenn hann leikti við felagnum fyrsta dystin í hesum kappingarári.

3.3 Sammeting av málunum
Sum heild er Kappingarnevndin av teirri áskoðan, at málið viðvíkjandi Páll M. Joensen ikki kann sammetast við málinini viðvíkjandi Klæmint Matras og Knút Vesturtún..
Páll M Joensen leikti í fjør við einum øðrum felagi og tí er eingin ivi um, at hann skuldi lúka treytirnar fyri skiftan av felagið, áðrenn hann í hesum kappingarári kundi leika við nýggjum felag. HB hevur verið vitandi um, ella átti at verið vitandi um, hvørji krøv hesin leikari skuldi uppfylla fyri at kunna leika við felagnum í hesum kappingarári.
Formligu krøvini eru, at viðkomandi leikari skal leysgevast frá gamla felagnum og at hann skal hava eitt nýtt loyvisbrvæv frá FSF at leika fyri HB, áðrenn hann hevði loyvi til at leika fyri HB.
Serstakliga tá hugsa verður um málini í fjør, tá bæði KÍ og B36 vóru í somu støðu, átti HB at vita, at tað er av sera stórun týdningi, at hesi formligu viðurskifti eru í lag.
Somu viðurskifti gera seg ikki galdandi viðvíkjandi Klæmint Matras og Knút Vesturdal.
Viðkomandi leikarar hava seinastu mongu árini leikt fyri sama felag og tí hava hesi feløg als onga grundir havt fyri at taka formlig stig fyri at fáa loyvisbrøv til hesar leikarar at leika fyri feløgini í hesum kappingarári.
 
Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at tað ikki hevur verið siðvenja innan FSF at fara aftur í tíðina við at taka mál uppaftur frá undanfarnum kappingarárum.
Tá eitt kappingarár er avgreitt, skula fyriliggja heilt serligar umstøður um FSF skal kunna viðgera kappingarspurningar viðvíkjandi dystum ella leikarum, sum hava luttikið í dystum í kappingarárum, sum eru avgreidd. Tað fyriliggur heldur onki dømið um hetta.
Tað hevur eisini stóran týdning at viðmerkja, at sambært galdandi siðvenju verða formlig loyvisbrøv ikki útskrivaði til leikarar, sum bert hava leikt fyri eitt felag.
Skipanin við formliga útskrivaðum loyisbrøvum hevur higartil bert verið praktisera, tá talan er um leikarar, sum einaferð ella ofta hava skift feløg. Higartil hevur ikki hildi verið neyðugt eisini at útskriva loyivisbrøv til leikarar, sum ongantíð hava skift felag.
Seinastu árini er blivið alt meira vanligt, at leikarar skifta feløg, og serliga ofta kemur fyri, at leikarar skifta felag millum tvey kappingarár.
Tað er í hesum førum, at spurningurin um leysgeving frá einum felag til eitt annað felag og útskriving av loyvisbrævi blívur aktuellur.
Øll feløg, sum hava lutttikið í føroysku lands- og steypakappingini hava verið vitandi um hesa siðvenju, og feløgini eru eisini vitandi um, at tað higartil ikki hevur verið neyðugt at biðja um loyisbræv frá FSF viðvíkjandi leikara, sum verður mettur at verða føddur og uppvaksin hjá viðkomandi felag.
Kappingarnevndin er tó av teirri áskoðan, at málini viðvíkjandi KÍ og B36 seinasta ár og aktuella málið viðvíkjandi HB eiga at hava við sær, at FSF eigur at umhugsa um tað ikki er rættast at útskriva formlig loyvisbrøv til allar leikarar, sum leika í fremstu deildunum í føroysku lands- og steypakappingini.

4. Niðurstøða

Kappingarnevndin er av teirri áskoðan at málið viðvíkjandi spæliloyvinum hjá Páll M. Joensen HB, er meinlíkt málunum viðvíkjandi KÍ og B36, sum vóru viðgjørd seinasta ár og har fylgjan av at gera brúk av leikara uttan at spæliloyvi var í lagi, førdi til at, felagið varð dømt at tapa dyst.

Nevndu mál kunnu øll sammetast út frá:
" at her er talan um steypadyst – Kappingina um Løgmanssteypið tapir felagið dyst er felagið úti av kappingini.
" at talan er um byrjanina av kappingarárinum
" at mistøkini eru gjørd í ósketni
" at talan er um umsitingarlig mistøk
" at einki felag gjørdi mistaki í beráddum huga
" at einki felag hevði rokna sær fyrimun av mistakinum
" at sama revsing er ásett
Tað eru smávegis frávik í mistøkunum í hvørjum einstøkum málið, men B36-málið er næstan meinlíkt málinum í sambandi við spæliloyvi hjá Páll M. Joensen.

Kappingarnevndin er av teirri áskoðan, at málið viðvíkjandi Páll M Joensen ikki kann sammetast við málini viðvíkjandi Klæmint Matras og Knút Vesturtún. Víst verður til pkt. 3.3 frammanfyri.
Kappingarnevndin metur, at málið viðvíkjandi leikaraloyvinum hjá Páll M Joensen er eitt reint dømi um eitt felag, sum hevur nýtt ein ólóligan leikara, tí hesin í samband við flyting millum feløg ikki hevur fingið útskrivað nýtt loyisbræv.
Undir hesum umstøðum er Kappingarnevndin av teirri fatan, at tað ikki ber til at víkja frá galdandi praksis.
Tað fyriliggja sostatt ikki í málinum viðvíkjandi Páll M Joensen slíkar serligar umstøður, sum kunnu hava við sær, at víkt verður frá galdandi praksis.

Í hesum sambandi skal Kappingarnevndin eisini vísa á hesi viðurskifti:
" at skipanin við loyvisbrøvum er sera týðandi fyri tilrættisleggingina av lands- og steypakappingini,
" at reglunar um loyvisbrøv ikki bert kunnu metast sum ordansforskriftir men at reglurnar eru gjørdar fyri at tryggjað, at feløgini bert nýta lógligar leikarar
" at skipanin við loyvisbrøvum hevur verið kend av feløgunum í fleiri ár,
" at feløgini sambært reglunum hava ábyrgdina av á hvørjum ári at fráboða allar sínar leikarar til FSF,
" at avleiðingarnar av at nýta ein leikara uttan loyvisbræv eru kendar av feløgunum
" at ein úrskurður um at viðkomandi feløg ikki skulu tapa dystin kann hava keðiligar avleiðingar fyri praksis innan hetta øki, tí spurningurin so blívur hvar markið fyri serligar umstøður gongur, og kann hetta fyri framtíðina gera tað sera trupult at
umsita skipanina við loyvisbrøvum,
" at talan er um fremstu deildina, og
" at krøvini til feløgini innan fremstu deildina seinastu árini eru herd munandi, eitt nú við minstukrøvunum frá UEFA.

Vísandi til omanfyri standandi og eina samlaða meting av málinum, heldur meirilutin í Kappingarnevndini seg til avgerð sína frá 31. mei 2006.