Vit hava hugt eftir, hvussu nógv stig liðini í Effodeildini hava eftir 15 umfør í mun til í fjør.
Um stigatalvuna kann sigast, at tað er tvey lið, sum hava stóra framgongd og eitt lið, sum hevur stóra afturgongd. B36 og Víkingur hava stóra framgongd, meðan ÍF hevur stóra afturgongd. Hini liggja øll áleið har, sum tey vóru i fjør.
B36 + 16 stig
Víkingur + 10
NSÍ +1
KÍ +1
AB +1
EB/Streymur -3
HB – 4
ÍF – 10
Annars kann nevnast, at niðurflytararnir í fjør, TB og 07Vestur, høvdu ávikavist 16 og 8 stig í fjør. Uppflytararnir og tey bæði niðastu liðini í ár, B68 og Skála, hava bæði 9 stig.




