Sebastian Pingel er longu komin á máltalvuna fyri B36.
Meistararnir seinastu tvey árini vunnu venjingardyst í Danmark í kvøld.
Hóast B36 hópurin reisti til Danmarkar í dag og spældi venjingardyst sama kvøld, so var liðið alt ov sterkt fyri AB Tårnby, sum spælir í triðbestu donsku deildini. B36 vann 4-1 við málum frá Andrias Eriksen, Jógvan Skeel Nolsøe, Sebastian Pingel og Benjamin Heinesen. Fyrr í vikuni vann B36 6-0 á AB og meistararnir, ið vunnu FM í 2014 og 2015 uttan stórvegis trupulleikar, síggja ræðandi út í ár.




