Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 sigraði

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Talan bleiv ikki um tann stóra fótbóltsdystin, tá KÍ og B36leiktu Norðoyastevnuaftan.

 

KÍ hevur havt eina tætta leikskrá seinastu tíðina og tískilvar væntandi, at fleiri broytingar fóru at vera í liðuppstillingini. Tværbroytingar blivu framdar, har báðir teir bestu málskjúttarnir í Effodeildini –Páll A. Klettskarð og Álvur Christiansen – blivu settir á bonkin. Hesir havaskorað tilsamans 13 av teimum 25 málunum hjá KÍ í ár. Álvur hevur leingidrigist við skaða snuddir og hevur neyvan verið førur fyri at byrja inni, meðanPáll av ókendari orsøk bleiv settur uttanfyri.

B36 stýrdi

B36 byrjaði dystin betri og beinanvegin sást, at KÍleikararnir vóru tungir í beinunum eftir tøttu leikskránna seinastu vikuna. Taðvóru ikki farnir meir enn 5 minuttir, so skoraði klaksvíkingurin Símun Joensenvið framúr langskotið eftir B36 skjótálop. KÍ hevði trupult við at skapa nakað.Tað sum kom skapti Gunnar Christiansen, sum seint í dystinum mátti av vøllinumá børu vegna skaða, í høgru síðu. B36 skapti fleiri vandamikil álop, men táskjótast skuldi, so vóru teir hvítu ikki serliga neyvir.


Innskiftingar hjálptu einki 

Í hálvleikinum kom Páll A. Klettskarð inn og løtu seinniÁlvur Christiansen. Men hetta vísti seg ikki at hjálpa stórvegis uppá KÍspælið. Hjalgrím Elttør var við sínum gjøgnumbrotum í vinstru einasta veruligahóttanin, men teir heilt stóru møguleikarnir komu ongantíð. B36 hevði tamarhaldá dystinum og móti endanum øktu teir til 2-0 eftir hornaspark.


Ikki óvæntað 

Sum heild ein dystur, ið kanska ikki óvæntað, sum B36 vann fultuppiborið. B36 hevur gott tak á KÍ, liðini høvdu sera ymiska hvíld ogNorðoyastevna var. Alt hetta undirbygdi væl, at B36 stóð við sterkastukortunum. Nú kemur ein landsliðssteðgur og hann kemur uttan iva væl við hjá KÍ,sum í longri tíð hevur havt trupult við at vinna dystir.