Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36 skipar fyri innandurakappingum 13. januar

Tíðindaskriv

13. januar skipar B36 fyri innandurakappingum fyri ung og vaksin.

Yngru deildir:

Leygardagin 13. januar 2018 skipar B36 í samstarv við Thomas Dam Intersport fyri Intersport Cup 2018 í innandura fótbóltið í Høllini á Argjahamri

 

Kappingin er fyri hesar aldursbólkar:

U7 (f. 2011 ella seinni)
U9 (f. 2009-10)
U11 (f. 2007-08)
U13 (f. 2005-06)
U15 (f. 2003-04)
U17 (f. 2001-02)

Nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkið fáa heiðursmerki.

5 leikararar, íroknað málverja, eru á vøllinum í senn + møguleiki er at hava ein eyka leikara á hvørjum liðið. Tó eru bert 4 leikarar á vøllinum í senn í U17.

Seinasta freist at melda til er hósdagin 11. januar kl. 18.00. Prísurin at luttaka er kr. 300,00 pr. lið og verður goldið við tilmelding.

Tilmelding fer fram á: https://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx….

Eru spurningar ella ivamál ber til at ringja 26 36 36.

Viðmerkjast skal, at kappingin verður spæld uttan “bandar” og við futsal bóltið.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina rimmar innandura kapping!

 

Vaksin: 

Føroya Bjór Cup fyri vaksin!

Leygardagin 13. januar 2018 skipar B36 í samstarv við Føroya Bjór fyri Føroya Bjór Cup 2018 í innandura fótbóltið í Høllini á Argjahamri. 

Kappingin er fyri vaksin.

Nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkið fáa heiðursmerki, meðan vinnarin eisini fær eina rammu av Føroya Bjór.

4 leikararar, inkl. málverja, eru á vøllinum í senn + møguleiki er at hava ein eyka leikara á hvørjum liðið.

Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2017 á hvørjum liðið.

Seinasta freist at melda til er hósdagin 11. januar kl. 18.00.

Prísurin at luttaka er kr. 500,00 pr. lið og verður goldið við tilmelding.

Tilmelding fer fram á: https://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=24.

Eru spurningar ella ivamál ber til at ringja 26 36 36.

Viðmerkjast skal, at kappingin verður spæld uttan “bandar” og við futsal bóltið.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina rimmar innandura kapping!

Harleyfacadeacryl