Dysturin í Gundadali í dag hevur sera avgerandi týdning fyri ársins botnstríð, har B36 og TB møtast.
Dysturin í Gundadali í dag hevur sera avgerandi týdning fyri ársins botnstríð, har B36 og TB møtast.
KÍ kom við sigrinum í gjár 3 stig framum TB og hevur har umframt ein nógv betri málmun. Tað merkir, at TB skal hava minst 4 stig hesar seinastu tríggjar dystirnar. Fyrsti dysturin er móti B36 í Gundadali í dag. Seinasta vikuskiftið var líknandi trýst á TB, og tá hóraðu teir undan við at vinna á AB. Tað kundi bent á, at TB trívist undir hesum stóra trýstinum, sum nú er á hjá aldursforsetanum. Men B36 hevur nógv at spæla fyri, tí teir mugu vinna fyri at varðveita møguleikarnar fyri at sleppa í Europa League næsta ár. Fyrr í ár spældu liðini 1-1 javnleik í Gundadali.
Tapir B36 í dag, so kann HB endaliga senda TB niður næsta umfar ella kann KÍ sjálvt avgera tað við at vinna á Víkingi.
Dysturin í Gundadali millum B36 og TB, sum øll KÍ viðhaldsfólk bíða í spenni eftir, byrjar kl. 15.00 í dag.




