Rógvi Joensen er áhugaverdur hjá B36, men tað er als ikki vist, at B36 styrkir seg meira.Tó hyggja teir eftir føroyskum leikarum.
Møguliga ein, tveir ella als ongan styrk afturat. Soleiðis ljóðar boðskapurin hjá B36, sum tekur tað róligt og fyrst og fremst hyggja innanveggja.
Sámal Ímundarsson er næstformaður í B36 og hann sigur, at B36 ætlar í størri mun at byggja á sítt egna fólk framyvir. B36 hevur mist Súna Olsen, Evrard Blé og Gilla Sørensen frá seinasta kappingarári og ongan fingið inn.
– Vit ætla í størri mun at byggja á okkara egna fólk. Vit hava gjørt sáttmála við “bulin” í hópinum. Tað er tó møguligt, at vit fara at styrkja um hópin, tí hatta eru tríggir góðir leikarar at missa. Møguliga ein og kanska tveir spælarar koma afturat, men tað kann eisini vera, at eingin kemur. Hjá okkum eru tað føroyingar, sum eru áhugaverdir, tí hesir eru bíligari. Hevur tú við ein útlending at gera, so skal íbúð, bilur, ferðir til heimlandið, løn og møguliga arbeiði sum oftast til, sigur Sámal Ímundarsson. Hann sigur, at B36 tó altíð hevur eyguni úti, um okkurt heilt spennandi er at fáa fatur í. Er talan um útlendingar, so skal talan vera um leikarar á serliga høgum støði sum t.d. Lukasz Cieslewicz.
Rógvi og Jóan Símun uppá tal
Tað er á miðvøllinum og frameftir, at B36 hyggur eftir styrki og TB leikarin Rógvi Joensen er fleiri ferðir settur í samband við B36.
– Ein leikari sum Rógvi Joensen er áhugaverdur fyri okkum og nokk fleiri onnur felag eisini. Og so hevur Jóan Símun Edmundsson eisini verið frammi í miðlunum og sagt, at hann møguliga flytur heim aftur. Hann er eisini eitt spennandi navn. Men tað er á miðvøllinum, at vit møguliga styrkja okkum, sigur Sámal Ímundarsson.
B36 hevur ongan hjálparvenjara sett afturat Sámal Erik Hentze. Sámal Ímundarsson sigur, at B36 ætlar at fáa eitt sterkt venjaratoymið við góðum og væl útbúgnum venjarum til bæði 1.deild og 2.deild hjá felagnum og tá verður kanska ikki neyðugt við einum beinleiðis hjálparvenjara. Tí tað er fyrst og fremst umvegis 1.deild, at leikararnir í framtíðini menna seg ígjøgnum, áðrenn teir koma á besta liðið.




