FM vinnararnir høvdu útpeikað klaksvíkingin sum teirra mál nummar eitt til álopsplássið.
Í síðstu viku skrivaði in.fo, at Víkingur var eftir KÍ álopsleikaranum Páll A. Klettskarð. Sum skilst sambært keldum hjá Norðlýsinum var samband eisini millum Páll og hansara fyrrverandi felag í Sarpugerði. Men tað felagið, ið kanska legði enn meira fyri at fáa Páll var B36. Føroyameistararnir mangla álopsleikara til komandi ár, og felagið hevði útpeikað Páll til hetta plássið. KÍ vann tó dystin um undirskriftina hjá álopsleikaranum, sum heilt greitt er høgt mettur í fleiri feløgum.
Enn er einki komið fram um, hvønn álopsleikara B36 nú ætlar at fáa. Tað er eisini óvist, um Philip Lund heldur fram í felagnum. Hann hevur skorað nógv mál, tá hann hevur spælt, men er ofta raktur av skaðum.




