Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 váttar: Eyðun er nú venjari hjá B36

Jákup Ósá

B36 váttar nú tað, sum Norðlýsið skrivaði í gjárkvøldið: Eyðun Klakstein verður nýggjur høvuðsvenjari hjá FM vinnarunum úr B36.

B36 váttar nú tað, sum Norðlýsið skrivaði í gjárkvøldið: Eyðun Klakstein verður nýggjur høvuðsvenjari hjá FM vinnarunum úr B36.

Les her: Eyðun Klakstein nýggjur B36 venjari?


B36 heimasíðan skrivar soleiðis:

Eyðun Klakstein er nýggjur høvuðsvenjari hjá B36.

Eyðun, sum er 42 ára gamal, hevur virkað sum venjari í Klaksvík í fleiri ár. Bæði sum ungdómsvenjari, høvuðsungdómsvenjari og í tveimum umførum sum høvuðsvenjari. Hartil hevur hann eisini virkað sum venjari hjá føroyska U19-landsliðnum.

Hann avloysir sostatt Sámal Erik Hentze, sum fyri tveimum vikum síðani boðaði frá, at hann ikki hevði umstøður til at halda fram í starvinum.

– Vit vildu helst hava eina føroyska loysn til venjaraspurningin, og vit eru sera fegin um, at hetta hevur eydnast, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður í B36.

– Eyðun er ein venjari við nógvum dygdum, og ikki minst hevur tað vigað nógv hjá okkum, at hann hevur víst gott hegni til at menna ungar spælarar, so hesir eru til reiðar at taka við ábyrgd í fremstu røð. Hetta er eisini í tráð við eitt av aðalmálum okkara, har vit hava sagt, at B36 í enn størri mun skal vera ført fyri at skapa møguleikar til besta manshópin burtur úr stóru ungdómsdeild felagsins, sigur Heiðrikur.

– Hetta er ein spennandi og krevjandi avbjóðing, sum eg við heilum huga fari undir. Eg eri fegin um at hava fingið hetta álit frá føroyameistarunum, men eg eri eisini eyðmjúkur um at hava fingið stóru ábyrgdina, og eg fari at arbeiða heilhjartað og miðvíst fyri at liva upp til álitið, sigur Eyðun Klakstein.

– Í ár gekk alt upp í eina hægri eind hjá B36, og tað leggur ivaleyst eitt ávíst trýst á ein nýggjan venjara og hópin. Men um nakrar dagar er 2014 farið aftur um, og so stendur eitt nýtt kappingarár við nýggjum avbjóðingum og møguleikum fyri framman. Tað er tað, sum vit nú skulu hava fokus á, sigur nýggi høvuðsvenjari okkara við B36 heimasíðuna.

Harleyfacadeacryl