FM vinnararnir eru komnir væl frá byrjan í sínum venjingardystum. Í tveimum dystum hevur liðið vunnið tilsamans 17-0. NSÍ vann á HB.
B36 spældi leygardagin á heimavølli móti uppflytarunum úr FC Suðuroy. B36 vann heili 7-0 og hevur nú í tveimum dystum skorað heili 17 mál og einki latið inn.
B36-FC Suðuroy 7-0 (3-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz
2-0: Hørður Askham
3-0: Jákup á Borg, br
4-0: Hanus Thorleifsson
5-0: Gestur Dam
6-0: Ibrahima Camara
7-0: Ibrahima Camara
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Benjamin Heinesen – Andrias Eriksen, Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen
Í hálvleikinum og seinna hálvleiki komu hesir inn: Karl Martin Danielsen, Gestur Dam, Eli Falkvard Nielsen, Árni G. Nielsen, Rasmus Dan Sørensen og Ibrahima Camara
NSÍ vann á HB
Í Gundadali spældu HB og NSÍ. NSÍ vann dystin 3-2. Málini hjá HB skoraðu Andrew av Fløtum, meðan Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen og Jann Martin Mortensen skoraðu fyri NSÍ.
HB: Teitur M. Gestsson, Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Gunnar Haraldsen, Bartal Wardum – Pál M. Joensen, Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen – Andrew av Fløtum – Arnbjørn T. Hansen. Seinni komu Petur S. Thomsen, Daniel Johansen, Teit Jacobsen, Heri Mohr og Adrian Justinussen á vøllin.
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langaard, Monrad H. Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jens Joensen, Hákun Edmundsson, Jann Martin Mortensen – Jonhard Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jónleif Højgaard. Seinni komu Karsten Hansen, Andras Frederiksberg, Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski, Jákup Andrias Gaardbo og Petur Knudsen á vøllin.
Tveir dystir avlýstir
Dystirnir millum B68-TB og AB-EB/Streymur blivu avlýstir vena kava. Í Klaksvík spældu 1.deildarliðini hjá KÍ og Skála. Skála vann 4-2. Bæði málini hjá KÍ skoraði Eivin Sørensen.




