Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 hevur dumpað higartil

Jákup Ósá

Hagtøl, karakterur og besti leikari í B68 fyrsta triðingin av Effodeildini.

Hagtøl, karakterur og besti leikari í B68 fyrsta triðingin av Effodeildini.

B68 liggur aftast í Effodeildini. Liðið hevur fingið tríggjar javnleikir fyrstu 9 umførini. Niðanfyri verður B68 dømt fyri fyrsta triðingin.

Toppskjútti:

1. Hákun Edmundsson 2 mál

Flest upplegg

1. Evrard Blé 2 upplegg

Deyðbóltar fyri: 3

Deyðbóltar ímóti: 8

Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:

40 %: Hákun Edmundsson, Kristian Anton Andreasen, Evrard Blé og Michal Przbylski (antin skorað ella lagt upp til 40 % av málunum hjá B68)


Besti leikari: Hákun Edmundsson

Í B68 hevur eingin skarað framúr. Ragnar Lindholm spældi framúr væl í Klaksvík sunnudagin og í Evrard Blé hevur liðið eisini ein fínan leikara, sum tykist passa til leiklutin í miðverjuni. Men valið fellur á toppskjúttan og liðskiparan Hákun Edmundsson. Hansara skiftið til B68 frá NSÍ var eitt sindur buldraligt, og tað hevur kanska ávirkað, tí Hákun kann spæla betri. Hákun er bara 20 ára gamal og tí liggur kanska ov stór byrða á hansara herðum. Men evnini eru har og tey síggja vit summar dystir. Potentiali er stórt. 

Karakter: 3

Hjá B68 ber ikki til at síggja burtur frá einum vánaligum karakteri fyri fyrsta triðingin. Fyri tað fyrsta er tað ikki gott nokk, at ongan dyst vinna, síðani skorar liðið alt ov fá mál(fæst í deildini) og letur ov nógv mál inn (flest í deildini). Javnleikirnir eru komnir móti hinum botnliðunum og stórtapini hava verið ov mong. Móti HB í Gundadli vóru tó glottar, tá B68 bara var fáar minuttir frá at fáa ein javnleik. Tað er ikki so óvæntað, at B68 liggur aftast, tí tað høvdu mong væntað av uppflytarunum. Komandi triðingurin verður avgerandi, har B68 hevur heimavøll móti AB, TB og Skála. Men liðið má hækka sítt støðið skjótt, tí annars verður tað ov langt upp fyri at koma uppum niðurflytingarstrikuna á stigatalvuni. 

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik