Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 roynir at sleppa av Keita og Camara

Jákup Ósá

– Teir hava royndarvant við onkrum og skulu eisini royndarvenja í komandi viku, sigur B68 formaðurin.

– Teir hava royndarvant við onkrum og skulu eisini royndarvenja í komandi viku, sigur B68 formaðurin.

Tá B68 og KÍ leiktu venjingardyst á Svangaskarði í dag, var annar av hjálpardómarunum Ahmed Keita. Hann er saman við Ibrahima Camara framvegis sáttmála bundin við B68. Men teir hava spælt sínar seinastu dystir fyri B68. Jógvan Højgaard er formaður í B68.

– Teir koma so ikki at spæla hjá okkum aftur. Tað verður arbeitt við at finna felag til teir. Teir hava royndarvant við føroyskum felag og skulu aftur venja í komandi viku, men eg vil ikki siga, hvat felag talan er um. Tað er áhugi millum føroysk feløg, men fáa teir ikki sáttmála her áðrenn freistina 17. mars, so fara teir av landinum aftur, sigur Jógvan Højgaard við Norðlýsið.

Hann sigur, at tað verður ein samráðingar spurningur, um teir nú einki felag finna og B68 møguliga vera noyddir at gjalda teimum løn fyri alt 2013 kappingarárið.

Eitt sindur um leikararnar

Í fjør fekk B68 ikki stórvegis gleði burturúr teimum báðum álopsleikarunum vegna skaðar. Ahmed Keita spældi 55 minuttir, meðan Ibrahima Camara spældi 142 minuttir. 25 ára gamli Keita hevur áður roynst væl hjá B68. Serliga í 2009 gekk væl, tá hann skoraði 15 mál í 27 landskappingardystum. Samanlagt hevur hann skorað 28 mál í 98 dystum fyri B68. Ibrahima Camara er 21 ára og hevur spælt nakað minni. Tilsamans er hann skrásettur fyri 25 dystir í Effodeildini og hevur skorað 7 mál.

Norðlýsið veit ikki, hvat felag teir skulu venja við komandi vikuna. Men KÍ, EB/Streymur, TB, ÍF, NSÍ og B36 eru í øllum førum ikki uppá tal, um ein skal halda seg til, hvat teirra útmeldingar hava verið. Uppflytararnir AB og 07Vestur kundu verið uppløgd, meðan tað er meira ivasamt, um HB og Víkingur skuldu havt áhuga.