Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68, Skála og ÍF spurt eftir Kristiani

Jákup Ósá

Men málverjin heldur fram í NSÍ, sambært NSÍ ítróttarstjóranum.

Kristian Joensen hevur havt fleiri fyrispurningar frá feløgum. Men hann fer ongan veg.

Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ, sigur, at NSÍ hevur havt fleiri fyrispurningar uppá Kristian Joensen. Hann sigur eisini, at NSÍ ikki hevur staðið í vegin, um ein leigu sáttmáli skuldi verið gjørdur við nakað felag.

– B68, Skála og ÍF hava øll verið í sambandi við okkum uppá okkurt tíðspunkt í ár. Vit hava eisini verið opnir fyri, at leiga Kristian út, men tað er ongantíð blivið til nakran sáttmála. Kristian fer tí at kappast við András Gángó, sum vit keyptu inn, tí vit væntaðu at missa Kristian. So vit fara at hava góða kapping um málmans plássið. Annars eru vit væl nøgdir við okkara hóp, og teir ungu hava gjørt tað rættuliga gott í venjingardystunum. So okkara hópur er eisini eitt úrslit av góða ungdómsarbeiðnum seinastu árini, sigur Eyðstein Skipanes við nordlysid.fo.