B68 og AB spældu seg í dag til eina betri støðu til at flyta upp í Effodeildina.
B68 og AB spældu seg í dag til eina betri støðu til at flyta upp í Effodeildina.
Í løtuni verður ein uppflytari og tað verður AB. Men B68 hevur ein dyst færri og kann á leggja seg á 3. plássið.
Hetta bleiv ein góður dagur fyri B68, sum vann toppdystin móti grannunum og oddaliðnum úr NSÍ. Úrslitið var 3-0. Málini skoraði Otto R. Petersen (2) og Óli Olsen. AB vann 2-0 á TB/FC Suðuroy/Royn. Málini skoraði Beinir Henriksen og Jobin Drangastein. Giza Hoyvík vann 3-0 á botnliðnum ÍF, men enn liggur Giza Hoyvík nakað aftanfyri hini, so uppflyting tykist í løtuni ikki so sannlík.
Støðan í 1.deild er nú hendan:
1. NSÍ 19 stig (9 dystir)
2. KÍ 18 stig (8 dystir)
3. AB 15 stig (8 dystir)
4. B68 15 stig (7 dystir)
5. HB 14 stig (8 dystir)
6. Víkingur 12 stig (8 dystir)
7. Giza Hoyvík 11 stig (8 dystir)
8. TB/FC Suðuroy/Royn 10 stig (8 dystir)
9. B36 4 stig (8 dystir)
10. ÍF 0 stig (9 dystir)




