Øssur Hansen fær Jógvan Martin Olsen afturat sær soleiðis at teir vera javntsettir høvuðsvenjarar hjá B68 komandi kappingarár.
Beinta Mikkelsen, forkvinna í B68, sigur í samrøðu við in.fo, at sáttmáli nú er gjørdur við Øss og Jógvan Martin
– Felagið er sera fegið um, at hava fingið gjørt avtalu við júst teir báðar. Vit meta at felagið hevur fingið fatur á tveimum venjarum, ið hava sera góðar førleikar til at menna alt felagið í framtíðini. Báðir hava nógvar royndir, bæði sum spælarar og sum venjarar í felagnum, sigur Beinta Mikkelsen.
Í gjár bleiv eisini greitt, at Evrard Blé bleiv fyrsti styrkurin hjá B68.
Mynd: B68




