Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 vitjar í Klaksvík

Jákup Ósá

Bæði KÍ og B68 hava brúk fyri øllum stigunum, tá tey møtast í Klaksvík í 1.deildardysti leygardagin.

KÍ hevur 12 stig á 7. plássi, meðan B68 hevur 23 stig á 3. plássi undan dystinum. Helst høvdu bæði liðini ætlað sær nøkur fleiri stig. KÍ hevur havt eina trupla skrá, har liðið hevur møtt teimum sterkastu á útivølli, har liðið einki stig hevur fingið, meðan B68 hevur havt ein sterkan verjupart, har bara 7 mál eru farin inn í teimum 11 umførunum mótvegis 27 hjá KÍ. Hóast hetta, so liggur B68 5 stig frá teimum báðum ovastu liðunum, so einki annað enn trý stig kunnu brúkast hjá toftamonnum, sum fyri tað mesta hava eina lokala manning, har teir flestu hava royndir úr Effodeildini. Hjá KÍ er talan vanliga um eitt blandað lið, har leikarar úr Effodeildini, sum antin eru yngri enn 22 ár ella sum hava verið skaddir, ofta spæla dystir, har hesir yngru tó ikki spæla fullar dystir, tá teir skulu á beinkin hjá Effoliðnum dagin eftir.
Dysturin leygardagin í Klaksvík byrjar kl. 16.30 og dómari verður Kári J. á Høvdanum.