Annar av B68 venjarunum sigur seg hava góðar vónir til, at Jóan Símun Edmundsson spælir við B68 í 2014.
Annar av B68 venjarunum sigur seg hava góðar vónir til, at Jóan Símun Edmundsson spælir við B68 í 2014.
Leygardagin spældu B68 og KÍ venjingardyst á Svangaskarði. Í B68 uppstillingini var sáttmála leysi landsliðsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum skaraði framúr á vøllinum. Sum skilst er framvegis sera óvist, um hann fer uttanlands at spæla komandi mánaðirnar. Og spurningurin er so, um hetta skal tulkast sum at hann fer at spæla við B68. Jógvan Martin Olsen er annar av B68 venjarunum.
– Jóan Símun er uppvaksin í B68 og venur sjálvandi við her. Hansara framtíð er als ikki avgjørd enn, men verður hann verandi í Føroyum, so hava vit góðar vónir um, at hann spælir við B68. Leygardagin manglaðu vit eisini nakrar leikarar, so tað var eisini ein orsøk. Men vit hava heilt vist eina vón um at fáa Jóan Símun knýttan til hópin, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið.




