Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Babba, tað er nógv stuttligari at verða í Mikladali enn í París !!!

John William Joensen

Hvat er tað sum ger, at eitt barn tímir betur at spæla í ánni í Mikladali, enn at verða í Diesneylandi. Og niðurstøðan er einføld. Tað er friðurin og nærveran, sum er munurin, segði Niclas Heri Jákupsson m.a. í røðu á útoyggjastevnuni.

Tað er fallið mær í lut at siga nøkur orð, á hesari útoyggjastevnu, og vil eg takka fyri álit tit hava sett mær.

Í 1995 høvdu eg og konan brúdleyp og nakrar dagar seinni, fóru vit saman, við okkara dóttir, á eina romantiska brúdleypsferð, til kærleikans bý teimum av øllum – París. Helvtina av tíðini – í hesum søguliga og stórsligna metropoli, brúktu vit til at ríka okkum  mentanarliga. Vit vitjaðu støð sum Notra Dam kirkjuna, vitjaðu Louvre-listasavnið, har vit sóu víðakendu Monu Lisu, vit sóu Triumfboganum – og ikki minst – vit blivu avmyndaði, uppi í toppinum á Eiffeltorninum.

Hina helvtina av tíðini, brúktu vit inni í stóru undrihaldsparkini Euro-Disney. Hetta var tað ein stór uppliving fyri okkum øll – ikki minst fyri okkara 9 ára gomlu dóttur, sum føldi, at hon var enda í einum ævintýri. Askepot, klovnar, slott, karasellur, Mickey Mouse, …..you name it – har var alt sum man kann droyma um, og vit fingu ein smakk av øllum teimum kendu ævintýrunum, uppá heilt stutta tíð. Og ikki minst – allar dagarnir meðan vit vitjaðu franska høvuðsstaðin – so bakaði sólin niður. Vit búðu eisini í einum dreyma hotelli og alt var tað reina luxus.

Tá brúdleypstúrurin var av, og vit vóru komin heim aftur, kundi eg skjótt gera tvær heilt greiðar niðurstøður.

Ja, vit høvdu haft ein góðan og undirhaldandi túr
Men, túrurin hevði kostaði uml. helvtina meira enn vit ætlaðu

Men, vit vóru ikki meira enn komin heim aftur, tá vit aftur skuldi út at ferðast. Familjan í móðursá ætt hevði sett sær fyri, at fara í summarhús eitt vikuskifti, og tey høvdu funnið húsi endamálið – í Mikladali.

Sjálvt um vit vóru troytt av at ferðast, og veðurmaðurin segði høgætt við nógvum vindi og regni hetta vikuskifti, so tóku vit av hesum tilboði. Vit høvdu ongantíð verði á Kalsoynni, og tað er heldur ikki á hvørjum degi, man fær møguleikan, at heilsa uppá alla sína familju.

Tað rullaði illa við Barskor, og var eg stak illa fyri, tá eg kom uppá land í Syðradali. Men tað var bara ein forsmakkur til túrin norður til Mikladals. Við Ragnu við róðri, var hesin busstúr verri enn nakar ruschibani, vit høvdu uppliva Disneylandi. Vegirnir vóru so smalir og ringir, og eg ivaðist onga løtu í, at Ragna fór at koyra útav, og har við gera av við alla familjuna hjá Niddinum. Men tað størsta chokki vóru tunlarnir. Eg sum eri ringur av klastrofobi, stakk høvdið niður millum beinini. Eg faldaði hendurnar saman, og bað inniliga Gud um alt lat meg koma livandi út gjøgnum øll hesi hol.

Komin til Mikladal, blivu vit í míðandi regni, sett av uttan fyri eini hús mitt í bygdini. Tað var her vit skuldi búgva. Ohh my Good hugsaði eg, hvussu ólukkan kunnu 30 fólk sova inni í hesari smáttu?
Og nú skilti eg hví túrurin – Klakvík – Mikladal, retur, við innivist bert kostaði 89, kr. pr. høvdu.

Hetta vóru øðiligir kontrastir. Vit høvdu júst liva eitt luxus lív í franska høvuðsstaðnum, við bakandi sól og mentanartilboðum í hópatali, og nú stóðu vit her – í regni og vindi á einari útoyggj, sum har einki komersielt tilboð var á skránni fyri alt vikuskifti

Tað blívur for leingi at fortelja tykkum hvussu vit upplivdu hetta vikuskifti í Mikladali, men í stuttum kann eg siga, at tað var ein uppliving. Vit vitjaðu allar bygdirnar á Kalsoynni, og heilsaðu uppá bygdarfólkini, sum bæði vóru blíð og tíð. Børnini góvu sær ikki fær um at tað regnaði, tí tey spældu í ánni alla tíðina. Og áðrenn vit vistu av, so var sunnudagin komin, og tíðin at fara inni til Klaksvíkar aftur.

Og nú koma vit til pointi í hesari søgu: Tá vit við Barskor eru á veg innaftur, stóðu eg og dóttur mín á dekkinum. Í tí vit runda Klakkin, so vendi hon sær við, og við sínum fittu barnaeygum hugdi hon uppá meg, og segði ein setning, sum altíð kemur at sita fastur í mínum hug: Babba, tað er nógv stuttligari at verða í Mikladali enn í París !!!

Og har stóð eg sum Kánus. Er tað virkuliga so galið, at paradísi ikki nýtist at liggja 1000 fjórðingar burturi, men liggur bert 20 minuttir frá mínum egna heimstaði. Er tað virkuliga so galið, at tað ikki nýtist at kosta fleiri túsund krónur fyri at koma og verða í paradísinum, men 89 kr. pr. nøs – við tak yvir høvdið – eitt heilt vikuskifti?

Hetta sum eg upplivdi tað ferðina, fyri góðum 14 árum síðani, havi eg mangan hugsa um – serliga um – hvat tað ER sum GER, at eitt barn tímir betur at spæla í ánni í Mikladali, enn at verða í Diesneylandi. Og
niðurstøðan er einføld. Tað er friðurin og nærveran, sum er munurin.

Øll verðin er farin upp í eitt geer, har vanlig menniskjur ikki megna at fylgja við. Tað verður vænta og forlanga nógv av tí einstaka menniskjanum, bæði á arbeiðsplássinum, í heiminum og millum vinir. Man
skal vita alt og skal náa alt. Man skal hava eitt vakurt heim, flottan bil, fitt børn og ein góðan maka, samstundis sum man skal hava eitt prestige-arbeiði og eitt frítíðarítriv, sum man er góður til. Og meðan vit soleiðis strúka avstað, so er tað einki pláss til frið og eingin tíð til nærveru. Og tá summari kemur, og ferian skal brúkast, so eru vit so útkoyrd, at vit ynskja bara at sleppa burtur….út at ferðast. Helst suður um Alpurnar, tí har liggur Paradísi og har kunnu vit hvíla okkum og finna friðin og nærveruna.

Men sannleikin er, at tað ger okkum enn meira útkoyrdan. Og tá vit so koma aftur úr feriuni, so føla vit oftani eitt tómrúm, tí eisini sunnan
fyri Alpurnar, koyrir alt í einum alt for høgum geari. Og soleiðis blíva vit spakuliga útbrend og stressaði.

Strongd er í dag tann størsta hóttanin móti menniskjaættini. Nýggjasti tølini vísa, at 4 hvørt menniskja líður av strongd. Milliónir av pengum
verður brúktir til heilivág, sálarfrøðingar, skeiðir og fyrilestrar, fyri at læra okkum at finna friðin og at finna nærveruna. Nýggjar kanningar hjá sálarfrøðingum vísa eisini, at fólk í dag ongantíð
keða seg. Samfelagið koyrir við so nógvari ferð, at eingin fær tíð at keða seg eina lítla løtu. Samstundis vísa somu kanningar, at tað er
ikki fyrr enn tú keðir teg, at tú hvílur, og tað er ikki fyrr enn tú hvílur, tú blívur kreativur og skapandi.

Og vit skulu ikki halda at tað er av tilvild, at Várharra setti 7 hvønn dag av til hvíld. Í 2. Mósubólk lesa vit: Seks dagar skalt tú gera
arbeiði títt; men sjeynda dagin skalt tú hvíla, so oksi tín og esil títt kunnu hava frið, og sonur trælkvinnu tína og hin fremmandi fáa hvíld.

……………………………

Føroyar eru 18 vakrar oyggjar, har fleiri av teimum verða nevndar útoyggjar. Tað verður gjørt eitt sera stórt arbeiði í hesum døgum, fyri at menna hesar oyggjar – bæði útoyggjafelagið – og ikki minst eru
tað nakrar eldsálir, sum búgva á hesum oyggjum, gera eitt ómetaliga stórt arbeiði, við at finna nýggjar møguleikar.

Tað er eingin ivi, at uppfatanin hvussu ein útoyggj eigur at verða, fer at broytast. Ferðavinnan vindur meira uppá seg, og útoyggjarnar fara í størri og størri mun, at bjóða seg fram til hesa vinnu. Og her er eitt hav av møguleikum. Ikki við at hyggja hvussu onnur gera, og kopiera tey, men heldur við at hyggja inn í seg sjálvan, og finna identitetin og søguna hjá sínari egnu bygd, og branda, selja og marknaðarføra hana, har eftir.

Øll vita vit, hvussu vorðin eyguni hjá Tornurósu eru, hvat fyri hárlit Snjóhvíta hevur og hvussu kjólin hjá Askepot sær út, men hvussu okkara egna Kopakona sær út, eru tað fá sum vita. Tað er her á oynni Kópakonan
helt til, men enn eru vit ikki farin at selja hesa søgu, og alt tað sum kann byggjast rundan um eina søgu sum hesa. Tað er eingin standmynd av henni, einki skelti við upplýsingum um hana, tað eru eingin sum fortelur søguna fyri ferðafólki, og tað verður ikki skipa fyri kópadansi niðri á hellini 13. nátt – sum vildi verið upplagt.

Tað er okkara søga, við sagnum og søgum sum mynda okkara identitet. Fyri at vit skulu hava eina framtíð, so eiga vit at verða stolt av okkara fortíð, og øllum tí sum var dýrabart hjá okkara forfedrum. Á Kalsoynni er tað upplagt at eydnuhjól, tombula og 21 spæl, eiga at víkja fyri Kópakonuni, Páll Fanga, Trøllunum á Trøllanesi og Húsarænaraum. Tað er eitt óendaligt ríkidømi í okkara søgum og sagnum, um tær verða seldar rætt. Eg havi sagt tað fyrr, og tað ger einki um eg endurtaki tað, men skotar hava í meira enn 100 ár selt søguna um Locknesódjóri. Øll vita vit, at tað hetta djór ikki er til, men so væl er søgan seld, at ferðafólk í 1000 tal vitja Locknes. Teir selja eina svarta lygn fyri milliardir – og trúgv mær, tað eru fleiri sum vilja gjalda fyri at hoyra hana.

Í Føroyum hava vit eitt ótal av søgum og sagnum, sum er fleiri ferðir meira spennandi enn locknesódjórið, og vildi tað verið upplagt at selt hesar søgur.
Søgan um Pall Fanga er líka spennandi sum søgan um Breavheart, og Hollywood hevur ikki gjørt betur gýsara enn søguna um Húsarænarnar.

Eg ætli mær ikki at fortelja fólkinum sum búgva á útoyggj hvat og hvussu tit eiga at gera, tí tað er heilt vist, at tað vita tit best, men støðan sum útoyggjar í dag, minnir meg ikki sørt um søguna um
Silvurdalin í Svøríki.

Í landsýningshorninum í Svøríki, liggur ein vakur dalur, sum í dag verður nevndur Silvurdalurin. Í hesum dali livdu fólk av landbúnaði,øld aftaná øld. Sagt var um fólkini, sum búði í hesum dali, at tey
vóru tey fátækastu fólkini í Svøríki. Góðskan í jørðini vánalig, og sjálvt um bøndurnir gjørdu eftir øllum forskriftum, so kundi tað henda, at heysti miseydnaðist ár eftir ár. Og mangan var so illa statt, at fólk doyði í hungri.

Soleiðis livdu hesir bøndur í fleiri 100 ár, til ein dagin menn funnu silvur í jørðini – bert nakrar fáar metrar niðan fyri jarðarskorpuna. Brádliga bleiv hesin dalir, frá at verða tann fátækasti dalurin í øll Svøríki, til at blíva tann ríkasti í øllum Evropa. Bøndurnir niðurløgdu sítt virksemi, og blivu ein av Europa størstu silvurframleiðarum. Dalurin
skifti eisini navn, og eitur í dag Silvurdalurin.

Tað sum er fangandi við hesari søgu, er at í fleiri 100 ár, vistu hesi fólk ikki av, at tey gingu oman á einum stórum silvur skatti – og at tey vóru ríkastu fólkini í øllum Evropa.

Sjálvur haldi eg, at hendan søgan minnir ikki sørt um útoyggjarnar. Ríkidømi og er beint frammanfyri einum, og man sær ikki viðarlundina fyri berum trøum.

Góðu Kalsoyingar og onnur útoyggjafólk

Nú veit eg ikki hvat fólkið sum býr á útoyggj ynskir, men ynskir man at selja og gera tað liviligt á hesum plássum, so eru søgur og sagnir – friður og nærvera nakrar góðar vørur, sum í dag eru nógv eftirspurdar. Og tað besta við slíkum vørur er, at tær ikki krevja goymslupláss, og so keypa tit eisini hesar vøruna inni fyri einki.

Útoyggjar hava altíð haft ein týðandi leiklut í okkara framleiðslu og í okkara menning av hesum landi. Tit hava verið við til at gjørt Føroyar til eitt búskaparliga ríkt land – og á mentanarøkinum liggur ein dýrgripur eftir tykkum. Tíverri hava tit ikki fingið líka nógv aftur, sum tit hava givið. Men tit eiga ein nógv størri silvurskátt enn tit ána, og tað eru fleiri sum vilja sleppa at síggja hesar dýrgripir. Vónandi fara vit í framtíðini at síggja nakrar blómandi útoyggjar, sum fara at bjóða seg enn meira fram, tí eitt er vist, um tað ikki blívur liviligt á útoyggja, so blíva vit øll fátækari.
Eg fari at takka tykkum fyri at tit lýddu á, og ynskja tykkum eina framhaldandi góða útoyggjastevnu.