Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Baðiland byggjast uppí Páls Høll

Vágs kommuna

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi í týskvøldið at gerast partur av uppíbygging í Páls Høll, soleiðis at eitt baðiland nú verður bygt uppí Páls Høll.

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi í týskvøldið at gerast partur av uppíbygging í Páls Høll, soleiðis at eitt baðiland nú verður bygt uppí Páls Høll.

Grunnurin Páls Høll hevur vent sær til Vágs kommunu við uppskoti um at byggja út Páls Høll við einum baðilandi, og hevur Grunnurin í hesum sambandi heitt á Vágs kommunu um at gerast partur av ætlanini, og hetta samtykti Vágs Býráð á býráðsfundi í týskvøldið.

Talan er um eina útbygging á umleið 400 m2, har m.a. rutsibanar, smærri hylur, boblibað og annað verður. Útbyggingin fevnir eisini um at økið til venjingarmiðstøðina verður víðkað við umleið 100 m2.

Býráðið fegnast um tey positivu árinini, sum Páls Høll hevur við sær, bæði fyri borgarar í Suðuroynni og í landinum sum heild. Páls Høll er væl vitjað og dregur fólk úr øllum landinum. Vitjandi fevna um bæði tey, sum ynskja at njóta løtuna, og tey, sum fara í Páls Høll til venjingar. Við einum baðilandi í Páls Høll er greitt, at Páls Høll verður enn meiri áhugaverd at vitja.

Í Páls Høll er frammanundan 50 m. svimjihylur, barnahylur, vælverudepil, venjingarmiðstøð, og cafeøkið. Og nú verður so eitt baðiland bygt uppí Páls Høll.

Vágs kommuna