Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Baðilandi & Svimjihøllin letur upp leygardagin

Norðlýsið

Tað verður stórt ball í Klaksvík allan leygardagin, í samband við at svimjihøllin letur upp kl. 11. Handlarnir í Klaksvík halda langan leygardag og hava opið til kl. 20. Dagurin byrjar longu kl. 10.00 við móttøku í svimjihøllini.

Torkil Mørkøre, leiðari fyri Klaksvíkar Svimjihøll, sigur at kl. 10 leygarmorgunin er móttøka í svimjihøllini har forkvinnan í mentunarnevndini, Signhild Jóhannesen, sigur nøkur orð, og varaborgarstjórin eisini sigur nøkur orð og tekur svimjihøllina alment í nýtslu.

Síðani verður okkurt ábit meðan høllin verður sýnd fram, og kl. 11 letur høllin upp fyri almenninginum.

– Tað eru sera nógv fólk sum brúka Svimjihøllina í Klaksvík. Í 2013 høvdu vit umleið 70.000 vitjandi sum keyptu atgongumerki, og afturat hesum koma so skúlarnir sum dagliga brúka høllina og Ægir og onnur Ítróttarfeløg, so samlaðu vitjunartølini liggja væl oman fyri 100.000.

– Tí var tað ein ógvuslig avgerð at stongja høllina í oktober mánaða, men tað var neyðugt og vit eru sera fegin um, at arbeiði hevur gingið sera væl har byggitíðin og kostnaðarætlan heldur. Arbeiði var upprunaliga deilt í byggistig har tað fyrsta skuldi verða í 2013, tað næsta skuldi verða í 2014 og so seinasta byggistig skuldi fremjast í 2015.

– Men avgjørt varð at flyta 3. Byggistig fram, hetta hevur ført við sæt, at undirveitarar hava verið noyddir at tillagað seg nýggju tíðarætlanina og hetta merkir at alt er framvegis ikki liðugt. Tí vantar nógv enn, men tað kemur uppá pláss seinri í vetur.

– Øll umklæðingardeildin er nú um at verða liðug, men nú hevur høllin verið stongd í 8 mánaðar og vit hildu tað ikki verða rætt at høllin var stongd alt summar meðan børnini hava summarfrí. Vit hava eisini merkt at fólk hava sakna svimjihøllina, og tað hevur verið ofta spurt eftir nær hon letur upp – so vit hava arbeitt undir trýsti.

Avrikið higartil

Torkil Mørkøre greiður frá at arbeiði sum higartil er gjørt er ein fullkomiliga nýggj umklæðingardeild og brúsudeild við sauna. Harafturat er nýggj Café og eisini eru nýggj økir bygt m.a. wc, skrivstova og felagsrúm.

– Nýggja fitness-deildin er ikki liðug enn, og hesin parturin verður tikin í brúk í september.

– Við nýggju umstøðunum er ætlanin at broyta upplatingartíðirnar soleiðis at høllin ferð at hava longri opið, og harafturat verður alt virksemið í svimjihøllini samskipað soleiðis, at tað fellur betur saman við virkseminum í ítróttarhallunum so at svimjing, venjing og fitness virkar sum ein eind.

– Vit fara harafturat at taka eina meira framkomna gjaldskipan í brúk, sum fer at gera tað lættari at umsita. Vit ætlað at satsa meira uppá svimjing fyri vaksin og pensjónistar um morgunin, so tað er við stórum vónum at vit lata dyrnar upp aftur leygardagin.

Nógv gjørt burtur úr leygardagin

Svimjihøllin letur upp kl. 11 leygarmorgunin (móttøka kl.10), og sum skilst verður nógv gjørt burtur úr har m.a. stóri høgguslokkurin verður í stóra hyli.

Arbeiði sum er gjørt higartil kostar góðar 10 mió. kr.

Allan leygardagin er ókeypis at koyra til Klaksvíkar gjøgnum Norðoyatunnilin, og frá kl. 18 til kl. 21 er ókeypis at koyra úr Klaksvík gjøgnum Norðoyatunnilin.

Klaksvíkar Handilsfelag heldur langan leygardag har handlarnir hava opið til kl. 20.